Sveinur ger nýggjan tónleik

Sveinur Gaard Olsen vil geva nýggjan tónleik út og etablera seg sum tónleikara

 

Fyri hálvum øðrum ári síðani var havnamaðurin Sveinur Gaard Olsen ein av stjørnunum í donsku X Factor sangkappingini. Í tíðini eftir X Factor spældi Sveinur nógv í Danmark. Hann hevði framførslur til smærri og størri tiltøk, og hann fór eisini í studio at gera fløgu, sum kom út í fjørsummar. 


Seinastu mánaðirnar hevur verið meira friðarligt um Svein, men hann fæst framvegis við tónleik – umframt at hann eisini hevur havt onkrar minni modelluppgávur.

Ætlanin er, at Sveinur skal geva nýtt tilfar út komandi ár.

- Í løtuni skrivi eg nýggjar sangir og royni at finna mítt egna sound. Eg vil gjarna etablera meg sum artist og sangara, og eg havi funnið mær ein fasta manning til bólkin hjá mær. Tað er helvt um helvt føroyingar og danskarar, sigur Sveinur Gaard Olsen.

- Eg kundi hugsað mær at givið eina single ella eina EP út komandi ár, og eg vóni eisini at sleppa meira út at spæla næsta summar, sigur hann.