Sveis var ov stórur biti

U19 landsliðið legði fyrrapartin rygg til 4-0 tap ímóti Sveis

Tað gekk ikki so væl, tá ið føroyska U19 landsliðið í fótbólti fyrrapartin spældi annan dystin í EM undankappingini, sum í hesum døgum er í Rumenia.

Eftir 2-0 tap í tættari uppgerð ímóti vertstjóðini í fyrradagin vóru vónir fyri góðum úrsliti í dag, men soleiðis tørnaði tað ikki út.

Sveis var mótstøðuliðið í morgun. Úrslitið var 4-0 sigur til Sveis. Tað eydnaðist føroyingunum at halda tørn í ein stóran hálvan tíma, men so skoraði Sveis tvær ferðir undan steðginum – í 34. og 39. minutti – og í 2. hálvleiki vórðu mál skorað í 65. og 75. minutti.

Tølini siga, at Sveis var greitt omaná, og at føroyska liðið ikki var heilt niðurspælt. Sveis hevði átjan skotroyndir, og føroyingarnir høvdu fýra royndir. Sveis tiltuskaði sær níggju hornaspørk og Føroyar fýra hornaspørk.

Føroyska liðið: Karstin Hansen, NSÍ – Ari Olsen, Skála, Bjarni Petersen, B36, Hjalti Strømsten, Víkingur, Mikkjal á Berg, KÍ – Betuel Hansen, Silkeborg IF, Jákup B. Andreasen, KÍ (Janus S. Samuelsen, Brøndby IF, 72.) – Petur Knudsen, NSÍ (Rói Heðinsson Olsen, EB/Streymur, 79.), Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF, Teit Jacobsen, HB (Pætur Petersen, B36, 81.) – Adrian Justinussen, HB

Venjarar hjá U19 landsliðnum eru Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen.

Týsdagin verður síðsti dysturin. Tá verður Andorra mótstøðuliðið.

Klokkan 13 í dag spæla Rumenia og Andorra.