Tíðindaskriv:
Talos Guitar Duo leggur fram bæði klassisk meistaraverk og nýskrivaðan tónleik, tá bólkurin hevur konsert í Norðurlandahúsinum mikudagin 8. apríl kl. 19.00.
Undir heitinum Odyssé gittarans hevur Talos Guitar Duo konsert í Norðurlandahúsinum mikudagin. Tá kunnu áhoyrarar gleða seg til bæði væl kendar klassikarar og nýskrivaðan tónleik. Kvøldið bjóðar m.a. frumframførslur av verkum eftir ungar næmingar í tónasmiði, ið eru ment í tøttum samstarvi við Talos Guitar Duo og Sunleif Rasmussen, tónaskald.
Fred Holmlund og Alvi Joensen mynda Talos Guitar Duo. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.










