OL í Tokyo var eitt stórt vónbrot fyri táverandi gullvónina Sverra Nielsen, men nú fær føroyski rógvarin á danska landsliðnum møguleikan fyri uppreisn.
Sverri Sandberg Nielsen er nú alment tikin út til ársins summarleikir í París, upplýsir danska ítróttarsambandið í tíðindaskrivi.
– Sverri er risasterkur og djúpt fokuseraður ítróttarmaður í heimsflokki, og tað verður sera spennandi at fygja honum í jagstranini eftir olympiskum heiðursmerkjum. Vit eru vís í, at hann fer at umboða bæði Danmark og eisini Føroyar á besta hátt, sigur Søren Simonsen frá DIF.
Sverri Nielsen endaði í Tokyo beint uttan fyri heiðursmerkjarøðini og var so vónbrotin, at hann beint eftir leikirnar steðgði yrkisleið síni.
Ta avgerðina angraði hann tó og vendi aftur eftir stuttan steðg. Í september tryggjaði han Danmark eitt OL tjóðarpláss í einkultskullara.
– Tað var gott hjá mær at fáa ein steðg frá ítróttinum eftir Tokyo. Eg var veruliga troyttur, og heilt erliga, so hevði eg steðgað yrkisleiðini, um eg hevði vunnið heiðursmerki í Tokyo.
– Nú fari eg til París sum ein eitt sindur klókari ítróttarmaður við fleiri royndum. Eg føli formin hjá mær betri og betri alla tíðina, og tað kemur alsamt meira fer í bátin. Eg gleiði meg, sigur Sverri Nielsen.
Harvið eru nøvn sett á tveir danskar luttakarar hjá Danmark í OL í París. Mánadagin var skeetskjýttin Jesper Hansen tikin út sum tann fyrsti
/ritzau/