Sviar síggja ikki HM-brak

Enn hevur eingin svensk sjónvarpsstøð sýnt nakran serligan áhuga fyri at keypa rættindini til landsdystin, sum verður millum Danmark og Svøríki í komandi mánaði. Talan er annars um satt brak, sum ger av, um Svøríki hevur møguleika at koma við í HM-endaspælið ella ikki. Roknað verður við, at DBU krevur eina millión eurur fyri dystin, men tað tykist vera meira, enn nøkur av svensku sjónvarpsstøðunum er til reiðar at gjalda.