Svimjihøllin fyllir runt

18. desember verður svimjihøøllin í Havn 30 ár, og fleiri tiltøk verða í sambandi við føðingardagin. Niðanfyri síggjast brot úr skránni.

1. og 2. desember verður familjutiltak, og tá vitjar jólamaðurin.

Lívbjargarar skipa fyri morgunfimleiki hvønn gerandismorgun millum kl. 08:00 og 09:00, frá 3. til og við 12. desember.

Svimjihøllin bjóðar ókeypis svimjing, kaffi og lagkøku, týsdagin 11. og mikudagin 12. desember. Somu dagar geva gevur høllin 25 prosent í avsláttri fyri í mesta lagi trý avsláttarkort.

Týsdagin 11. desember verður opið frá kl. 06:45 til kl. 20:00, og mikudagin 12. desember verður opið frá kl. 06:45 til kl. 13:00.

Fleiri leikur verða í hyljunum til tey smáu børnini, hvønn seinnapart í desember.

Svimjihøllin stongir tann 13. desember, tá farið verður undir at gera ymsar umvælingar í høllini.

Tann 29. og 30. desember verður seinasta familjutiltakið í hesum árinum.