Út at fiska við TV-2

Dagsins høvuðsnavn á Summarfestivalinum, TV-2, valdi í morgun at taka sær av løttum og at fara ein túr út við báti at fiska.

 

Lagt var frá landi kl 09.30 við 'Viljin', og vóru tey burtur í einar tveir tímar. Mest varð siglt líka norðan fyri Klaksvíkina.

 

Líkindini at fiska vóru ikki tey bestu, tí tað var nakað harður streymur, so línan so ikki nóg still í sjógnum. Hóast tað so eydnaðist tað manningini á TV-2 at fáa einar fimm fiskar.

 

Populeri danski bólkurin tyktist at hugna sær óført. Fýra tráður vóru umborð, og skiftust tey um at standa og fíla. Tað var turt, men nakað kalt úti á sjógnum, so meðan hini áttu tørn við tráðuna, var ikki so galið at fara innum at hita seg við einum heitum kaffimunni og citrónmána.

 

TV-2 kunnu upplivast á Summarfestivalinum í kvøld kl. 21.30

 

Síggj her myndir frá túrinum hjá Steffen Brandt og hinum limunum í TV-2 her.