Seinastu nógvu árini hava føroyingar fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi, og meðan føroyingar vilja halda fram við at fiska eftir búrfiski, vil ES banna allari veiði eftir djúpfiskaslagnum.
Sum vit lósu á In.fo nú seinnapartin í dag, legði ES fram eitt uppskot á ársfundinum hjá NEAFC, sum er fiskiveiðieftirlitsstovnurin í Norðuratlantshavi. ES vil banna beinleiðis fiskiskap eftir búrfiski í altjóða sjógvi.
Føroyar løgdu, eins og undanfarin ár, fram eitt uppskot á NEAFC-fundinum um at loyva hesi veiði. Niðurstøðan gjørdist, at hvørki uppskotið vann frama.
Uttanríkis-og Vinnumálaráðið veit í dag at siga, at fiskiskapurin eftir búrfiski er fevndur av yvirskipaðu samtyktini fyri fiskiskap eftir djúphavsfiskasløgum, sum semja var um at leingja fyri 2018.
Upp í søguna um føroysku búrfiskaveiðina, hoyrir søgan um ísfiskatrolaran, Boðastein, sum í 1998 landaði dýrastu ísfiskalast, sum nakrantíð var landað í Føroyum.
Eftir bert fýra fiskidøgum, fekk Boðasteinur, sum tá var heimahoyrandi í Fuglafirði, millum 240 og 250 tons av búrfiski, sum teir seldu á Tvøroyri fyri umleið 3,5 miljónir krónur.
Tað er langur vegur á leiðirnar norður úr Asorunum, og nevndi túrur hjá Boðasteini vardi í 12 dagar, sum tó ikki er stórt meira, enn ein vanligur ísfiskatúrur undir Føroyum plagdi at vera.
Men, fyri manning og reiðarí var hetta ein minniligur ísfiskatúrur - ja, ein rættiligur roktúrur av teimum heilt stóru í føroyskari ísfiskavinnu.