Tíbetur fekk politiið bara tríggjar bilførarar

Í gjár var løgreglan á ferð í meginøkinum og gjørdi umfatandi ferðslukanningar. Men – tíbetur, sum tey siga – vóru tað bara tríggir bilførarar, sum vórðu tiknir, og sum fáa eina heilsan frá løgregluni.

 

Í Sundalagnum kannaði løgreglan ferðina hjá væl yvir hálvthundrað bilum, men tað var bara ein bilførari, sum fær bót fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 66 kilometrar um tíman í bygdum øki, har hann annars bara hevði loyvi at koyra 50.

 

Løgreglan var eisini í Klaksvík og kannaði ferðluna, hesa ferð varð serligur dentur lagdur á at kanna um bilførarar tosaðu í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu. Eisini í hesum umfari fóru nógvir bilførarar ígjøgnum eftirlitið, men tað vórðu bara tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í telefon, og teir fáa so 1000 krónur í bót í bót, hvør.