Tryggingarfelagið Føroyar metir tað av alstórum týdningi, at Norröna, sum er stórur partur av tí lutvíst nýggju vinnu, sum føroyska feðravinnan er, verður verandi føroysk.
Leiðslan í Tryggingarfelagnum heldur, at tað hevði verið skeivt at kappa á stokkinum hóast tað í løtuni ikki gongst sum ætlað. Tryggingarfelagið metir framvegis, at Smyril Line og Norrøna kunnu fáa avgerandi týdning fyri føroyska vinnu sum heild og serliga ferðavinnu. Nógv orka og pengar eru lagdir í hesa verkætlan, og tí eigur alt at verða gjørt fyri at verkætlanin røkkur sínum ætlaða endamáli.
Millum annað tí hevur felagið gjørt av at vera við til at hækka partapeningin í Smyril Line, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Trygingarfelagið er ein av teimum stóru partaeigarunum í Smyril Line, og tað spælir sjálvandi eisini inn, at fer Smyril Line á húsagang, eru teir pengar, sum fyrr eru settir í felagið, mistir. So fyri at bjarga tí, verður eisini gjørt alt fyri at styrkja felagið, so tað framhaldandi kann virka.
Tað hevði verið stórur skaði fyri føroysku ferðavinnuna, um vit mistu Norrönu av hondum, sigur Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagnum. Tí hevur leiðslan í fTryggingarfelagnum Føroyar gjørt av at hækka sín part av partapeninginum í Smyril Line.
Tryggingarfelagið setir í hesum umfarinum slakar tíggju milliónir krónur í nýggjum partapeningi í Smyril Line.