Halgir Winther Poulsen
--------
Í 2009 vóru 400 ár liðin síðan italski stjørnufrøðingurin Galileo Galilei sum tann fyrsti av teimum túsundum, ið frammanundan honum mundu hava vent eygunum móti tí ørandi stjørnuhimmalinum, ið brúkti kikara til hetta endamál og sá tað, sum eingin fyrr hevði sæð. Altjóða stjørnufrøðifelagið IAU og UNESCO gjørdu av, at árið 2009 skuldi vera altjóða stjørnufrøðiár at minnast hesa stórhending. Í Føroyum vóru eingi tiltøk fyriskipað av tí almenna, men Pól Jespersen, ritstjóri og áhugastjørnufrøðingur, skrivaði nakrar sera áhugaverdar greinir í bløðunum um evnið. Helst mundi hann longu tá so smátt vera farin undir at skriva bók um stjørnufrøði, tí seinasta vetur var eitt av skeiðunum hjá Tórshavnar kvøldskúla um stjørnufrøði við Pól sum lærara.
Eg var so heppin at sleppa at luttaka í hesum skeiðinum, og eg minnist mína longu lærutíð ikki at hava upplivað so áhugaverdan skúla við so dugnaligum og eldhugaðum lærara. Hvørt kvøldið fingu vit nøkur kapittul úr bókini, hann tá var í ferð við at skriva, og harafturat vísti hann filmar og annað tilfar á stórskýggja. Sjáldan “sluppu” vit avstað til ásettu tíðina, og tímarnir gjørdust sjáldan minni enn hálvan til heilan tíma longri enn ásett, tí lærarin hevði so nógv uppá hjarta.
Nú er bókin so komin, og tað er ikki eiti á verki, sum í “jarðartíð” fevnir um stívliga 2500 ár og í “rúmdartíð” eini 13,7 milliardir ár. Hóast evnið er so veldigt, at teir gløggastu heilarnir millum vísindafólk neyvan eru førir fyri at fata tað til fulnar, er bókin so væl skipað og frágreiðingarnar so pedagogiskar, at øll, sum væl og virðiliga duga at lesa í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra gleði av at lesa hana, og fara at venda aftur til hana at fáa greiðu á torskildum tíðindum um rúmdina, ið alt oftari eru at frætta í fjølmiðlunum, nú nýggjar planetir og stjørnubreytir hoyra til dagsins tíðindi. Bókin er eisini á tremur við myndum, ið lætta um at skilja annars torfør evni.
Frásøgustílurin er so leikandi lættur og málið so gott, at lesarin verður borin gjøgnum tey torførastu fyribrigdi, sum nakrir av bestu heilunum í vísindasøguni hava stríðst við. Har orð ikki røkka, eru strikumyndir til hjálpar.
Frá Thales til Big Bang og eitt sindur afturat ....
Sum heitið sigur, er bókin um almenna stjørnufrøði. Hon er bygd soleiðis upp, at hon í søguligum høpi lýsir tey ómetaligu framstig, ið eru gjørd hesi 2500 árini í okkara vitan um rúmdina, og tað sum har hendir. Samstundis verða ævisøgurnar hjá fremstu vísindafólkum á økinum lýstar á livandi hátt.
Nútímans vísindaástøði byrjar í Grikkalandi. Fyrsti maðurin (tað eru við tveimum undantøkum bara menn), ið verður nevndur, er Thales úr Milet (uml. 635 – 546 f.Kr.), ið ofta verður nevndur tann fyrsti vísindamaðurin, av tí at hann altíð royndi at finna svar á spurningar á vísindaligan hátt, í staðin fyri sum vanligt hevði verið at víst á gudar ella aðrar metafysiskar frágreiðingar. Hann fekst ikki beinleiðis við stjørnufrøði, men tað gjørdu nakrir av hansara griksku eftirmonnum, og tað var ikki smávegis, ið kom burturúr. Pythagoras segði, at jørðin var rund og mól í sirkulrørslu um ein eld, ið var heimsmiðdepil. Heraklid fann út av, at jørðin mól um sín egna ás í 24 tímar, Aristarch roknaði lutfallið millum fjarstøðuna til sólina og til mánan, og Eratosthenes roknaði støddina á jørðini. Hipparch gjørdi sær ein himmalglobus og ta fyrstu stjørnuskránna við knattstøðuni hjá eini 850 stjørnum. Hetta fekk tó eina vend, tá Ptolemeus (100 – 178 e.Kr.) vendi aftur til, at jørðin stóð still, og at sólin og stjørnurnar mólu um jørðina.
Ein lítil ”røvarasøga” úr Føroyum
Føroyar eru ikki frammalaga í hesi søguni, men eina stuttliga søgu má eg nevna. Hana hevur høvundurin funnið hjá Dr. Jakobsen, og er hon um teir fýra Hargabrøðurnar í Sumba, ið sótu so illa um sátt, at teir lógu hvørjum øðrum eftir lívinum. Ein dagin, teir vóru burtur í haga, kom so snøgliga eitt myrkur niður yvir teir, og teir gjørdust so ræddir, at teir lovaðu olmussu at vera betri menniskju, sluppu teir við lívinum. Tá lætti í og tað gjørdist dagur aftur. Høvundin heldur, at hetta hevur verið ein full sólarmyrking. Hann heldur, at Hargabrøðurnir hava livað um ár 1600 og við at leita i vísindatilfari kemur hann fram til, at hendingin hevur verið nakað fyri miðdag tann 30. mai í 1612. Soleiðis ber eisini til at brúka stjørnufrøði, helst við einum blunki í eyganum.
Europa í miðøld
Meðan arabar ognaðu sær ein hóp av vísindaligari vitan úr Grikkalandi og løgdu afturat, lá Europa í svøvni í miðøldini. Sum tey flestu munnu minnast frá skúlatíðini, vóru menninir hjá Kolumbusi so bebbaræddir fyri at skipini skuldu farast, tá teir náddu kantin á jørðini. Hetta var í 1492. Men í 1514 fór at lýsa í myrkrinum. Tað árið skrivaði tann seinni kendi pólski stjørnufrøðingurin, Nicolaus Kopernicus, ein lítlan bókling, har hann í sjey grundsetningum sigur sína hugsan um, hvussu heimurin er samanskrúvaður. At jørðin er ikki miðdepilin, men melur saman við hinum gongustjørnunum um sólina, mundi vera tað mest kollveltandi. Kanska orsakað av, at Kopernicus var kirkjumaður, gav hann ongantíð hesar tankar út. Hetta hendi ikki fyrr enn í 1543, stutt fyri at hann doyði.
Ein annar kendur stjørnufrøðingur í 16. øld var danskarin Tycho Brahe. Hann var serliga dugnaligur at byggja stór mátitól og var førur fyri at finna knattstøðuna hjá yvir 1000 stjørnum, sum hann festi á ein stóran himmalglobus. Hansara heimsmynd var heldur fløkjaslig. Jørðin stendur still, meðan sólin og mánin mala um jørðina. Hinar gongustjørnurnar mala um sólina. Tycho flutti til Prag og doyði har í 1601. Tann næsti at gera um seg er týskarin Johannes Kepler. Hann gjørdist hjálparmaður hjá Tycho Brahe, og ognaðist hansara virðismiklu mátingar eftir at Tycho doyði. Tað eydnaðist Kepler at staðfesta, at gongustjørnurnar, jørðin íroknað, ganga í ellipsum um sólina, og hann orðaði eisini tríggjar empiriskar lógir um gongustjørnurørslurnar.
Verkini hjá bæði Kopernikus og Kepler endaðu á svarta lista hjá katólsku kirkjuni. Uppaftur verri gekst italska heimsspekinginum Giordano Bruno, sum hevði sera framkomnar tankar um alheimin. Hann varð brendur á báli í 1600.
Galileo Galilei
Sum nevnt var tað bragdið hjá Galileo í 1609, ið varð fagnað við at gera 2009 til altjóða stjørnufrøðiár. Hann var samtíðarmaður Keplers og gjørdist professari í støddfrøði í Pisa 30 ára gamal. Í alisfrøðini var hann ein stórur endurnýggjari, og sum stjørnufrøðingur er hann serliga kendur fyri avrikini við kikaranum, ið var heilt nýggjur. Hann lærdi seg at slípa linsur og gjørdi sínar egnu kikarar, ið ikki vóru stórir eftir okkara mátistokki; linsan var ikki størri enn ein fimmkróna. Men hann var nú førur fyri at síggja tað, sum eingin hevði hómað við berum eygum. Soleiðis var hann førur fyri at staðfesta, at fýra mánar gingu í ringrás um Jupiter (nú vita vit, at teir eru 63 í tali). Somuleiðis prógvaði hann við arbeiðinum hjá Kopernikus sum grundarlag, at jørðin gongur um sólina. Eins og frammanundan við Kopernikus fordømdi kirkjan arbeiðið hjá Galileo, og hann varð boðsendur at møta fyri Inkvisitiónini í Rom, har hann at enda varð tvingaður at afturkalla allar sínar tesur.
Sama árið sum Galileo doyr, í 1642, verður ein annar stórur vísindamaður, Isaac Newton, føddur. Hann verður enn í dag mettur at vera millum fremstu vísindamenn, sum hava livað. Hansara náttúrulógir um kreftur, rørslur og atdráttarmegina høvdu avgerandi týdning fyri alla gransking, eisini tá ræður um rúmdina.
Vit gera nú eitt langt lop í tíð fram til uml. 1900. Enn er vanliga fatanin at “okkara” stjørnubreyt, Vetrarbreytin, er tann einasta, men semja er tó ikki um hesa fatan. Í 1912 gjørdi Henrietta Leavitt eina ta størstu uppdaging í stjørnufrøðini í 20. øld. Hon granskaði serliga tær sonevndu variablu stjørnurnar, ið sendu ljós frá sær við ymiskari styrki, ið broyttist á regluligan hátt. Tað varð nú møguligt at rokna frástøður í rúmdini á heilt nýggjan og álítandi hátt. Í 1923 kundi Edwin Hubble m.a. við úrslitinum hjá Leavitt sum grundarlag staðfesta, at Andromeda var 900.000 ljósár burturi, meðan Vetrarbreytin er uml. 100.000 ljósár í tvørmát. Við øðrum orðum var nakað til uttan fyri Vetrarbreytina, og í dag vita vit í minsta lagi um einar 100 milliardir stjørnubreytir.
Frá nú av gongur skjótt. Alt betri kikarar og ikki minst møguleikarnir at senda fylgisveinar út í rúmdina við alskyns mátitólum leggur nærum hvønn dag nýggja vitan afturat. Nøvnini eru eisini nógv, ið kundu verið nevnd, eitt nú Max Planck, Niels Bohr, Albert Einstein og fleiri, ið hvør sær legði steinar og klípi í tann vitanarvarðan, ið veksur støðugt. Hesi fólk og teirra avrik kunnu vit lesa um í bókini.
Big-Bang
Ein verði eg kortini noyddur at nevna, belgiska prestin, verkfrøðingin, alisfrøðingin og kosmologin Georges Lemaître (1894 – 1966). Hann las gudfrøði, verkfrøði og alisfrøði í Belgia, fór síðan til Cambridge í Onglandi, haðan til USA, har hann arbeiddi á Harvard observatoriinum og at enda til MIT, har hann skrivaði doktararitgerð. Væl brynjaður fór hann í 1927 undir kosmologiina. Tey lærdu vóru ósamd um, hvørt alheimurin (kosmos) var statiskur ella broyttist, annaðhvørt vaks ella minkaði. Lemaître kom til tað úrslit, at hann víðkaðist, og um tað var so mátti heimurin einaferð hava verið minni og tættari. Hann var tann fyrsti alisfrøðingurin at gera eina væl grundaða vísindaliga lýsing av eini alheimsbyrjan. Hann hugsaði sær, at heimurin, sum vit kenna hann, er byrjaður sum eitt tætt frumatom, ið hann nevnir “Atome primitif”. Hetta skuldi vera hent fyri eini 13 – 14 milliardum árum síðan. Tað kann vera okkum, sum av góðum grundum hava ilt við at skilja hetta, ein uggi, at tann størsti av øllum tátíðar vísindamonnum, Albert Einstein, als ikki vildi hoyra um hetta. Hann helt enn fast um, at heimurin var statiskur.
Í 1931 staðfestu Hubble og aðrir, at heimurin víðkaðist við einari ferð, ið stendur í røttum lutfalli við frástøðuna. Eftir at Einstein við egnum eygum hevði hugt í kikaran hjá Hubble, mátti hann ásanna, at hann hevði ikki havt rætt og segði tá um avrikið hjá Lemaître, at “hetta er vakrasta og besta frágreiðing viðvíkjandi skapanini, eg nakrantíð havi hoyrt”. Allir stjørnufrøðingar vóru kortini ikki samdir í ástøðinum hjá Lemaître. Teirra hugsan var, at alheimurin var statiskur og tí ikki kundi vera íkomin “við einum bresti”, ið teir heldur speiskliga góvu navnið “Big-Bang”. Hetta eyknavnið gjørdist, sum so mangan hendir við eyknøvnum, algongda navnið á ástøðinum hjá Lemaître, ið sum frá leið gjørdist tað ráðandi. Her skal ikki vera komið nærri inn á baksýnisgeisling og aðrar uppdagingar, ið seinni eru gjørdar, og sum allar stuðla uppundir Big-Bang ástøðið. Tað er alt at finna í bókini.
Rúmdargranskingin tekur dik á seg við rakettum og fylgisveinum
Mangan mást tú spyrja hvat ein vísindamaður sum Galilei við einum kikara við einari linsu sum ein fimmkróna (og fleiri av hansara slag) hevði kunnað avrikað við teimum tólum, ið nútíðar vísindafólk hava at arbeiða við.
Tá russar tann 4. oktober í 1957 sendu Sputnik í ringrás um jørðina var tað byrjanin til eina kapping, ið sum hjáveiðu hevði við sær eina higartil fullkomiliga óhugsandi nøgd av tólum, sum stjørnufrøðingar fingu upp í hendurnar. Úrslitini í nýggjari vitan um rúmdina eru eisini ófatilig og koma so at siga dagliga. Fyribrigdi sum svørt hol, svart evni og svørt orka og onnur “eksotisk” orð bera um somu tíð boð um eina flóðaldu av nýggjari vitan og hvussu nógvar ósvaraðar spurningar hetta førir við sær. Hesum verður eisini livandi greitt frá í orðum og myndum.
Av øðrum hentum tilfari er ein deild við stjørnumyndum og kortum at lætta um hjá teimum, sum eygleiða stjørnuhimmalin. Vit fáa at vita, at vit áttu at kunnað sæð einar 5000 stjørnur við berum eygum, men luft- og ljósdálking ger, at vit vanliga “bara” síggja nakrar fáar hundrað. Hetta man kortini vera nógmikið at byrja við hjá teimum flestu. Ein orðalisti við frágreiðingum um bókstaviliga alt millum himmal og jørð er eisini sera hentur, tá tú kann hava lyndi at villast á leiðini gjøgnum alt hetta nýggja, ið greitt verður frá. Sum allar góðar lærubøkur eiga at hava, er eisini ein keldulisti, har til ber hjá teimum áhugaðu lesarunum, ið vilja vita meira, at finna relevantar bøkur, og ein listi við leitorðum.
Sera hentir eru 39 “kassar”, har ávís fyribrigdi eru gjøllari lýst, eitt nú tær klassisku átta gongustjørnurnar í okkara sólskipan, stjørnuskot, kikarar o.a.m. Vitsti tú t.d. hvussu nógv grundevni eru í menniskjakroppinum, og hvaðan tey koma frá? Hetta finnur tú eisini í bókini á síðu 185.
Eg fari at enda hesa bæði ov longu og alt ov stuttu umrøðu av bókini við hesum orðunum, sum eru tey seinastu í útgangsorðunum hjá høvunanum: “Hesi seinastu hundrað árini er vitanin um rúmdina alsamt vaksin. At spáa, hvat vísindi fara at avdúka komandi hundrað árini, er vónleyst, so skjótt sum nú legst til við nýggjari vitan. Tað kann bara tíðin vísa”.
Mín spádómur er, at tað ganga ikki hundrað ár, áðrenn vit frætta aftur frá høvundanum um nýggja vitan um rúmdina.
Nú á døgum er vorðið vanligt í miðlum og aðra staðir tá bøkur, fløgur og annað mentanartilfar verður umrøtt, at komast skal við próvtølum um góðskuna av tí umrødda. Skuldi eg gjørt tað sama við bókina hjá Pól Jespersen um rúmdina verður mín dómur fimm stjørnur og ein pulsarur.
Betri jólagávu kanst tú ikki keypa tær sjálvum ella onkrum, sum tú unnar eina gávu útum tað vanliga.