Undirritaðu limir í arbeiðsbólkinum, sum fakfeløgini hava valt at arbeiða við uppskoti um víðkaðan gerðarætt, skulu við hesum boða frá, at nú eitt av fakfeløgunum hevur gjørt høvuðsavtalu, har áseting er um bót, halda vit tað er rætt, at gera vart við, at hini fakfeløgini, sum vit umboða, ikki taka undir við slíkari høvuðsavtalu, og at vit tí í dag hava sent arbeiðsgevarafeløgunum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum skriv, sum vit leggja hjálagt í avriti.
Vit senda eisini til kunningar avriti av skrivi, sum 09.07.1998 var sent Føroya Lærarafelag í sambandi við, at vit høvdu frætt, at felagið hevði tikið upp samráðingar um høvuðsavtalu við áseting um bót.
Tórshavn,
tann 14.07.1998
Arbeiðsbólkurin:
Ingeborg Vinther
Joan Ziskason
Karl Johansen
Gunnleivur Dalsgarð
Vígdis Johannesen
Eyðfinn Petersen