Tá jarðarmóður var í Fugloy

Nú munnu vera mong ár síðani, nakað barn varð føtt í Fugloy. Men fyrst Símun minnist var jarðarmóður í oynni. Tá var lív í báðum bygdum

Sum skilst er Símun fróðarmaður. Hann hevur eisini luttikið í út­varps­sendingum, har hann hevur greitt frá Fugloynni. Tað er so heppið, at hesar frásagnir hevur son­urin, Jóannes, skrivað niður. Hetta er eis­ini virðismikið tilfar.
Símun er framvegis so mikið birgur, at hann enn kemur til Hattarvíkar. Hann var har nú á páskum.

Skaðadagur í 1892
Hattarvík er sloppið lutfalsliga væl frá báts­vanlukkur sammett við aðrar bygdir í Norðoyggjum.
Men í 1892 hendi ein vanlukka, sum kost­aði trimum monnum lívið. Tann 18. mai var bátur farin í Miðhavið við línu, hann kom ikki aftur. Longu tá vóru skipað viðurskifti at fáa kannað slíkar hendingar. Tað gekk eisini skjótt, og longu tann 23. mai var Norðoya sýslumaður, Klæmint Olsen, úti í Hattarvík at halda sjóforhoyr. Líggjas í Keldhúsinum, var ein teirra, sum gav frá­greiðing. Hann var sjálvur fjórði á útróðri hendan dagin. Veðrið var nakað ruskut við aldu, men tað var ikki vandaveður. Líggjas hevði sæð ein bát longur úti á, sum kundi verið tann burturgingni báturin. Hann segði eisini, at »de forulykkede var raske og dygtige Sømænd, saa Grunden til Ulykken kunde kun søges i den svære Søgang som rejste sig .. hen ad Dagen.«
Líggjas helt, at teir kundu hava verið ov seinur á sjóvarfallinum og gingnir burtur í stronginum eystur úr Fugloynni.
Tveir dagar eftir vanlukkuna fóru teir báðir brøðurnir Jógvan og Mikkjal Mikkelsen í Syðrugøtu, langabbabeiggjar tann, sum skrivar hetta, til útróðrar. Tá funnu teir vrakið av bátinum. Líkið av Ólavi, hekk uppi í vrakinum. Seglið var fest til skrásigling, og tí hildu menn, at teir vóru kollsigldir. Teir báðir tóku sum mest av vrakinum umframt deyða mannin inn í bátin, og róðu so heim aftur við førninginum.
Teir, sum fórust, vóru Ólavur Simonsen, uppi í Smiðju, 28 ár, Poul Zachariassen, í Uttar­stovu, 32 ár, báðir ógiftir, og Johannes Fredriksen, ættaður úr Svínoy, 24 ár. Hann var giftur við Karmariu í Uppistovu í Hattarvík. Tey áttu eina dóttir, ársgomlu Amaliu. Pápi Johannes, Fríðrikur, gekk annars burtur saman við Símun úr Gullaksstovu í Svínoy, skyld­mann hjá Símuni, 25. september 1884 á ferð av Borðoyavík til Svínoyar.

Sára og landnyrðingur norðan
Ein frásøgn er um Sáru Jacobsdatter f. 1811, ættað úr Frammistovu í Norðragøtu. Hon giftist til Suðurstovu í Hattarvík við kong­festar­anum Trónd Andersen. Tey áttu í hvussu er fimm børn.
Tað var eina ferð tosað um, at landnyrð­ingur norðan var sera harðfør ætt í Norðra­gøtu. Tá skuldi Tróndur siga, at um land­nyrðingur norðan »er líka harðførur sum Sára mín, so er hon ring!«
Ein beiggi Sáru, Jan, var húskallur hjá teim­um, og hann fekk eina harða lagnu. Hann var saman við øðrum farin til bjargar. Hann hevði verið niðri í eini torvu og skuldi so fara í eina aðra torvu. Men áðrenn hann kom niður í hana var línan úti, og teir orkaðu ikki at draga mannin upp aftur. So mátti farast eftir fólki, men tá teir fingu Jan upp aftur var hann í ørviti, sum hann hevði hingið og malið í leysari luft.
Um Frammistovu í Norðragøtu kann leggj­ast afturat, at bóndafólkini har júst eru blivin føroya­meistarar í skerpikjøti!

Veturin
Tá í tíðini gingu fólk nógv inn til hvørt annað. Samband millum Hattarvík og Kirkju var í høvuðsheitum tey ørindini sum kundu vera. Manglaði okkurt í handlinum í Hattarvík, so kundi vera, at hetta var á fáa á Kirkju.
Posthús var í báðum bygdum. Men fekst posturin ikki uppá land í aðrari bygdini, so var gingið ímillum. Høgættin var betri í Hattarvík, og lágættin var betri á Kirkju.
Menninir vóru sum aðra staðni burtur um summarið og heima um veturin. Tá var eisini nógv sum kundi gerast. Fyrst eg minn­ist byrjaðu teir at gera veg í bygdini. Teir gjørdu eitt sindur hvønn veturin. Men tað var ikki fyrr enn í 1990-unum, at koyrandi var millum bygdirnar.
Um kvøldarnar arbeiddu tey nógv við ull. Rokkur var í hvørjum húsi. Her var nógv at gera, tí hvør skipsmaður skuldi hava 4-6 sett av ullintum klæðum við sær, og ofta vóru fleiri skipsmenn í sama húsi.
Seinast í 30-unum vóru nógvar traðir inn­lagdar. Hetta gav eisini nógv arbeiði at velta og laga garðar um traðirnar.
Á jólum plagdu fólka av Kirkju at koma til Hattarvíkar at dansa, og trettanda kvøld fóru hattarvíkingar til Kirkju at dansa.
Tað varð dansað í roykstovum.
Tað var nokk so tíðliga at vatn varð inn­lagt. Hetta var hjá okkum í 1910-1912. Her lá tað so væl fyri, at ein kelda var beint við húsini.

Grind
Tað vóru eisini grindir, men tað var mest inni í Sundi, men eg havi eisini verið fleiri ferðir í Klaksvík í grind. Men drúgt var at sigla.
Tað tók minst tríggjar tímar at stima hvønn vegin.
Eg minnist serliga eina stóra grind inni í Sundi, hon var 400 hvalir. Báturin, sum eg var við, stimaði tvær ferðir millum Hattarvík og Sund, so nógv grind var at føra. Tá ið komið var út seinnu ferð, var gjálv komið í sjógvin. Vit høvdu tikið í so nógv av grind inn í bátin. Tá vit komu út fyri pallarnar, tók báturin so nógv av sjógvi inn, at rúmið var hálvt av sjógv. Tá sá einki út.
Vit máttu tískil skipa grindina upp úti undir Rætt, og vit róðu síðan bátin inn undir gjónna fyri at taka hann upp á land.
Eftir at grindin var komin uppá land varð hon býtt. Teir sum høvdu verið í grind fingu ein triðing, og restin var býtt javnt til bygdar­fólkið.
Tað var ikki bara grindin og spikið, sum menn førdu við sær frá grindaplássinum. Tað vóru eisini kúlur, rivjabein, ryggur og hamarstjøl. Spikið bleiv ofta skorið av hamarstjølin og kúluni til at brenna. Hetta var óført at leggja niður yvir ringt torv. Eisini kom magin á hvalinum til høldar og var ofta seldur á uppboði. Teir kundu kosta nokk so fitt. Magin varð nýttur til kík, eins og kálvar eis­ini vórðu nýttir til hetta endamál. Hetta var áðrenn boyur vóru komnar.
Eg havi tvær ferðir verið í grind í Viðvík. Fyrru ferðina kom kortini einki burtur úr. Veðrið øtlaði, og vit máttu seta upp á Kirkju.
Eina aðru ferð vit fóru í grind í Viðvík var lág­ættarbrim í Hattarvík. Vit fóru so yvir til Kirkju og læntu bát har. Hetta tók sína tíð, og vit vóru ov seinir til drápið. Hetta var ein lítil grind, men vit fingu tó eitt sindur av grind heim við okkum.

Jarðarmóður í Fugloy
Læknahjálp kundi vera sera avsíðis. Stóð á mátti læknabátur koma úr Klaksvík, men tað tók sín hálvan triðja tíma at sigla úr Klaksvík til Fugloyar. Men jarðarmóður var fast á oynni. Seinni gjørdist tað vanligt, at barnakonurnar fóru til Klaksvíkar at eiga. Har eru øll okkara børn fødd.
Jarðarmóðirin æt Inga Maria Olsen f. 1888, ættað úr Svínoy. Hon búði á Kirkju og var jarðarmóður í Fugloy í 50 ár. Hon var gift við Martinus Rasmussen.
Undan telefonini vórðu grindaboð glaðað av Svínoynni. Staðið, har teir glaðaðu, vísti, hvar grindin var. Telefonin kom fyrr til Svínoyar enn til Fugloyar. Var nakað átrok­andi varð róð til Svínoyar at ringja! Tað gjørdu kirkjumenn eisini.

Konfirmeraður og so...
Eg bleiv so konfirmeraður í Klaksvík í 1938, har eg eisini gekk til. Hetta tók 14 dagar. Prestur var tann kendi N.J. Rasmussen. Vit vóru seks konfirmantar úr Fugloy, fimm gentur og ein drongur. Tá var einki meira gjørt burtur úr kon­firmatiónina, soleiðis sum gjørt verður í dag. Tað ráddi bara um at sleppa sær út aftur til Fugloyar sum skjótast mánamorgun.
Eg búði á Stongunum hjá mostur míni, Margrethu, sum var gift við Aksel hjá Húsa Póli, kendur frá Lítlubeding saman við beiggj­anum Poul.
Poul átti bil. Hetta var ógvuliga forkunnugt, tí tá vóru ikki meira enn einir fimm bilar í Klaksvík. So eg slapp onkran biltúr, hetta var sera spennandi. Kona Poul var Hanna, ættað úr Norðragøtu.
Tá eg so var konfirmeraður var at taka hond í øllum heimaarbeiði í bygdini. Tað var nógv at taka hond í sum hoygging, velting og torv. Men so var eisini at fara í bát. Men í 1943, tá eg var 19 ár, fór eg til skips. Hetta var við tí fyrsta Skálaberg, har tann gamli Mortan í Hvannasundi var skipari. Hann var góður at vera við. Poul Juel í Grótinum var maskin­meistari. Tá merkti man ikki so nógv kríggið, sum tað hevði verið fyrru árini.
Vit vóru á ísfiskaveiðu undir Íslandi. Tað var ikki so nógvur toskur at fáa, tað var mest upsi. Roynt var eisini at fáa flatfisk. Hesin gav góðan prís í Bretlandi. Manningin mundi vera einir 20.
Tann 23. mars 1944 hendi ein syrgilig van­lukka við Skálabergi. Hetta var túrin aftaná, at eg var við. Teir fingu eina fylling, og Tummas Hansen úr Leynum var raktur av snodlu­línini, fór á sjógv og fekst ikki aftur. Tað var roynt at bjarga honum við at blaka hon­um bjargingarkransar, men tað eydnaðist ikki. Hetta var ógvu­liga syrgiligt. Konan sat eftir við 15 børnum. Summi av teimum vóru tó tilkomin.
Eg var eisini niðri við at selja í Aberdeen, og aftaná søluna fóru vit til eitt litið pláss at taka kol.
Eg var tveir túrar við Skálaberg í 1943 og tveir í 1944.
Í 1948 var eg við Esther hjá teimum á Segl­hús­inum. Vit vóru á Suðurlandinum við snøri. Eg var við tveir túrir, men fór ikki við tann triðja, tá var eg heima og hoyggjaði. Martin Heinesen var skipari.
Annars plagdi eg eisini at rógva út i Klaks­vík við Eystnes. Vit royndu eisini eftir kalva undir Íslandi um summarið.
Annars merktu vit einki til kríggið í Fugloy uttan minur. Eg var eina ferð nærindis, tá ið ein mina brast. Hetta var kortini so mikið frá bygdini, at eingin stórvegis skaði hendi. Okk­urt flogfar kundi síggjast viðhvørt.
Tað leikaði meira á í teimum stóru pláss­unum, og nógv fólk rýmdi út á bygd, har tað var tryggari. Tað komu eisini fleiri út til okkara, enntá úr Sørvági.
Jólaskipið í 1941 vistu vit um, um vit sóu tað ikki, tað var afturundir bygdini. Minnist bara dagin eftir, at hann lækkaði, og tá sóust rekar inni á víkini. Men Hattarvík er ikki reka­pláss, so einki kom á land.

Ættin
So giftist eg í 1949 við Olgu. Eg var 25, og hon var 23 ár. Hon doyði í 1994.
Olga var úr Svínoy, men hon var nógv úti í Hattarvík hjá ommu síni í Útistovu beint við hjá okkum, so tað var ikki so langt at fara. Tað var annars nokk so nógv samband mill­um Fugloy og Svínoy. Tað vóru eisini fleiri giftur millum oyggjarnar. Tað var lætt at koma ímillum við báti.
Mamma mammu var Malene Clemine úr Útistovu í Hattarvík, og pápin var Johannes Sivert Petersen. Tey búðu fyrstu árini í Hattarvík, har tey elstu børnini vóru fødd, men tey fluttu so til Svínoyar.
Olga áttu 10 systkin, tey vóru Hans Elias f. 1925, Fridolga Jørgina f. 1927, Jákup f. 1929, Karsten Engelbrecht f. 1931, Peter Michael f. 1933, Jørmund f. 1935, Herluf f. 1926, Sigga Christina f. 1938, Mary f. 1942, Ásly Jensa f. 1942.
Míni systkin vóru Johan Jacob f. 1925, Mourentius Rensustein f. 1926, Algot f. 1927, Leon f. 1929, Frida Malena f. 1930 og Gilbert f. 1937.
Mamma doyði í 1951 og beiggin, Gilbert, datt oman sama ár.
Hann var farin í Skorðarnar at fleyga. Her datt hann oman. Kamar Klein, sum fyri kortum er deyður, var saman við honum. Hann plagdi onkuntíð at greiða frá hesi hending, tá hann hevði orðið í Betesda. Líkið kom ikki aftur. Gilbert gjørdist bert 14 ár, so hetta var sárt.

Tøkk til Símun
Hetta var so endin á hesi frásøgnini hjá Símun. Vit takka honum so miriliga fyri hetta íkastið hann hevur latið til at lýsa sína heimbygd og oyggj, sum er ein perla í Føroyum.