Tóku teldurnar hjá bin Laden

Tá teir servandu amerikonsku hermenninir lupu á húsini hjá Osama bin Laden og beindu fyri honum, funnu teir fleiri teldur og ymsa aðra elektroniska útgerð. -Vit tóku alt við okkum, og nú verður spennandi at vita, hvat er á teldunum hjá Osama bin Laden, sigur ein amerikanskur heryvirmaður, sum ikki vil leggja navn til.

Teldurnar eru nú til kanningar í Pakistan.

Amerikanskir embætismenn koma støðugt við fleiri upplýsingum um álopið á húsini hjá Osama bin Laden. Sagt verður, at tá

hermenninir komu upp á triðju hædd í húsunum, vað skotið eftir teimum. Har komu hermenninir fram á bin Laden í einum kamari, og nøkur fá sekund seinni varð hann skotin í høvdið og doyði.

Embætismenn hava eisini upplýst, at álopið var ætlað at taka 30 minuttir, og at tað vardi 38 minuttir.