Tað er kalt úti. Onkrar kavaflykrur dala niður av og á, og við-hvørt eru ælini long og vindhørð. Men inni í Frítíðarklubbanum rínur kuldin ikki við. Har er fjálgt og matangurin stendur heilt uttar í gangin. Róp og gangur koma úr øllum ættum, og illa ber til at siga annað, enn at her er lív í.
Í Frítíðarklubbanum við Hoyvíksvegin í Havn hava tey í kvøld matkvøld. Nógv eru komin at hugna sær, og onkur heldur, at fleiri enn 40 fólk eru komin í kvøld.
Í køkinum standa Ragnhild og Sámal og stákast óført. Tey gera grýturætt til øll, sum eru komin úr sambýlum, bústovnum og heimanfrá, at hugna sær saman við vinunum. Ragnhild og Sámal reka Frítíðarklubban fyri tey menningartarnaðu.
Lívligt
Væl verður tikið ímóti okkum. Eitt klemm her og har, eitt klapp á herðarnar, og hondin verður rist væl og virðiliga fleiri ferðir. Nei, smæðin eru tey ikki, og tað er eyðsæð, at tey eru ógvuliga fegin um at hava fingið gestir.
- Frítíðarklubbin møtist tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Einaferð um mánaðin hava vit mat-kvøld, og tá gera vit mat her. So eru vit úti og eta, í biograf, bowla, hava spælikvøld, ganga túrar og annað, sigur Ragnhild, meðan hon stákast uppiyvir grýtuni.
Tey flestu, sum ganga í Frítíðarklubbanum búgva á sambýl-um ella á bústovnum.
Við eitt borð sita tveir og spæla eitt spæl, og við eitt annað sita nøkur og spæla kort. Í einum rúmi dunar tónleikur úr einum lítlum fløguspælara, og inni har stendur eisini ein telda, og við hana sita fleiri og leggja kabal.
Vit setast niður at práta við eitt borð, og skjótt kemur Tórur, tí nú skal hann taka sjómanstak. Og áðrenn nakar fær vent sær sita eini fýra við borðið og taka sjómanstak, og spart verður ikki uppá kreftirnar.
- Kom nú! Torir tú ikki! sigur Ólavur og stórflennir. Ólavur er ein stórur drongur - hann man nærkast eini tveimum metrum, og er nógv størri enn øll hini. Hann er blíður og ógvuliga prátingarsamur.
Gleðin lýsir av øllum, sum eru komin í Frítíðarklubban í kvøld. Tey práta óført og hugna sær. Erlig eru tey eisini. Tey siga, tað tey meina og onki við at balla tað inn.
Og nú er klárt at eta. Tórur fer at bjóða og á borðinum standa nú borðiskar, chips, flutes og Ragnhild oysir grýturætt upp á borðiskarnar, meðan Sámal blandar saft. Og skjótt veksur røðin, og nú eru øll komin at fáa sær. Onkur hevur trupulleikar við at halda vanliga røðsið, men tað leggja hini onki í.
Tá liðugt er at eta koma øll inn aftur við borðiskunum og síðani verða kaffi og te sett á borðið.
Drekkamunnurin er komin niðurum, og nú byrjar so smátt at fækkast. Foreldur koma eftir teirra, og onkur bussur frá onkrum sambýli er eisini at síggja uttanfyri. Og tá klokkan nærkast tíggju, er so at siga tómt.
Jú, tilveran verður notin í Frítíðarklubbanum, og tað við lív og sál.