Tøma fjósið í Fámara

Flutningsviðurskiftini til og úr Fámara eru so mikið vánalig, at avgjørt er at tøma fjósið

Fámara: Neytini vórðu í gjár flutt úr fjósinum í Fámara til onnur fjós í Suðuroynni. Tey flestu fóru til Sumbiar og nøkur til Øravíkar.

Umstøðurnar í Fámara eru vorðnar so truplar, at Jarðarráðið heldur ikki vera ráðiligt at fara undir enn ein vetur við neytum í Fámara.

Leygardagin skrivaði Sosialurin, at vegurin til Fámara var so mikið vánaligur, at Strandferðslan ikki metti tað ráðiligt at senda stóra mjólkarbilin eftir mjólkini í Fámara.

Hetta er ein grund til, sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri á Føroya Jarðarráð, at avgjørt er at flyta neytini. Tann ringi vegurin ger tað samstundis tvørligt at flyta fóður til Fámara, og tað ber so als ikki til at hava neytini standandi svong í fjósinum. So tann grundin vigar rættiliga tungt, tá nú er avgjørt at flyta neytini burtur.

Ein triðja grund undir avgerðini er, sigur stjórin á Jarðarráðnum, at bygningar í Fámara eru í ringum standi og krevja umfatandi ábøtur. Tað skal helst gerast, áðrenn - ella um - nakar festari fæst at taka við aftur.

Í fjósinum í Fámara vóru 15 neyt. 12 mjólkikýr og tríggjar, sum ikki mjólka. Umframt hoyrir hagi, sum ber 60 seyðir, til festið.

Neytini í Fámara verða flutt til eitt spildurnýtt fjós í Sumba og eitt fjós í Øravík, upplýsa keldur, Sosialurin hevur tosað við í Suðuroy. Bóndin í Sumba fær tey neyt, hann hevur brúk og pláss fyri at hýsa. Í nýggja fjósinum eru bæði básar og krubbur, har neytini kunnu ganga leys. Framman undan hevur hann seks mjólkikýr og sjey kvidnar kvígur. Men hann hevur pláss fyri væl fleiri kríatúrum. Hvussu nógv hann tekur úr Fámara velst um, hvørjum standi neytini eru í.

Sumbiarbóndin fekk fráboðan fríggjadagin um, at neytini í Fámara skuldu flytast, og at hann kundi fáa tað, honum tørvaði til at fylla fjósið. Hvussu verður við keypi, verður avgjørt seinni.

Jóannes Dalsgarð, stjóri á Jarðarráðnum, sigur, at enn er einki avgjørt, hvussu verður við festinum í Fámara. Hvørki um tað verður niðurlagt, ella um nýggjur festari verður settur.