»Tá maðurin og pápin er sjómaður«

Týskvøldið 30. november kl. 19.30, skipar sjó­mans­kvinnu­ringurin fyri ein­um hugnakvøldið í missións­hús­inum á Toftum við heit­inum:
»Tá maðurin og pápin er sjómaður«.
Sjómanskvinnuringarnir í Rituvík, Runavík og Søld­arfirði eru bodnir við.
Rannvá á Royðitoft fer at siga frá tí avbjóðing tað er, tá maðurin og pápin hjá børnumum er sjómaður, og heimanífrá stóran part av árinum.
Rannvá kennir væl til sjó­lívið “heima við hús”
Pápi hennara var sjó­maður. Tá hon hitti Eiler var hann sjómaður og hevur verið sjómaður øll árini tey hava verið gift.
Rannvá kemur at siga frá hvussu hon sum barn og ung upplivdi, at pápin var sjómaður, hvussu hon sum kona og mamma hev­ur upplivað at vera sjó­mans­kona, og hvussu hon, sum mamma upplivdi at hava sonin á sjónum.
Møguleiki verður fyri at seta Rannvá spurningar.
Felagssangur verður eisini á skránni.
Eitt kór við sjómanskonum kemur at syngja. Tað er eitt “spontant” kór, har all­ar sjómanskonur eru væl­komnar at syngja við.
Vant verður í missións­hús­inum á Toftum sunnukvøldið 28 nov. kl.21.
Hóast tað eru kvinnurnar, sum skipa fyri kvøldinum, eru øll vælkomin.
Hugnakvøldið endar við einum góðum drekkamunni.