Tá mammon trumfar moral

Vegna Ung fyri Miðflokkin

Hallur av Rana, formaður

Vegna Ung fyri Miðflokkin

Hallur av Rana, formaður
-----


Eitt frítt handilslív er ein grundleggjandi partur av einum sunnum búskapi. Soleiðis er eisini í Føroyum við undantaki av nøkrum vørum, ið av ymiskum ávum, oftast heilsuligum, verða seldar undir meira avmarkaðum reglum. So er m.a. við rúsdrekka, vápnum og heilivági.

Fyri tær vørur, ið verða seldar við avmarkingum, er galdandi, at handilsmaðurin hevur moralska skyldu at fylgja galdandi lóggávu, um hann ynskir at selja vøruna. Vanliga er hetta ongin trupulleiki, men hesar síðstu vikurnar hevur kjak tikið seg upp um eina av hesum vørunum, tubbak.

Helst er einasta orsøkin til, at tubbaksvørur eru til keyps í handlum í dag hon, at vitanin um ræðuligu avleiðingarnar av royking ikki til fulnar er komin fram í ljósið fyrr enn hesi síðstu árini. Sjúkur, ið stavast frá tubbaksmisnýtslu, krevja fleiri mannalív enn sjúkur, ið stavast frá rúsdrekka, yvirvekt og inaktiviteti tilsamans.

Løgtingið hevur tó eisini handlað hareftir, so hóast tubbaksvørur enn kunna keypast í handlum, so eru fleiri avmarkingar komnar í gildi síðstu árini. Avmarkingarnar fyri sølu av tubbaki og nýtslan av tí er at finna í løgtingslóg nr. 61 frá 10.06.2008. Hetta kann sigast at vera sáttmálin, sum handilsmaðurin, ið ynskir at selja tubbaksvørur, skal fylgja.

Tíverri hevur kjakið verðið merkt av, at handilsfólk hava vanrøkt hendan sáttmála. Sosialurin kundi mánadagin skjalfesta 14 handlar, ið høvdu selt til eina unga gentu, ið tey høvdu sent at keypa sigarettir. Ikki á einum tí einasta staði varð biðið um samleikaprógv, hóast galdandi lóggáva krevur samleikaprógv, um ivi er um aldurin hjá persóni undir 18 ár. Tað vil siga, at handilsfólk fullkomiliga vanrøkja ta uppgávu, ið er teimum givin.

Hetta er eisini týdningarmikið at hava í huga, nú alsamt fleiri vilja hava rúsdrekkasøluna út í handlarnar. Er hetta veruliga tey fólk, ið vit ynskja skulu umsita rúsdrekkasøluna? Hvat hendir, tá
børn og ung kunna spáka inn í ein hvønn handil og fáa fatur á rúsdrekka, tí handilsleiðarin ” ikki tímir at spæla politi ”? Kjakið hesar síðstu vikurnar er ein greið ábending um, at handilsfólk ikki megna at hava neyðuga eftirlitið við rúsdrekkasøluni, um tann lóggávan hevði verið linari.

Hvat kann so gerast við hetta?

Tað upplagda hevði verið at innsæð, at royking er eitur, ið hevur oyðilagt ov nógv mannalív. Og fyri at verja komandi ættarlið, eigur øll sølu av hesum at verða flutt til Rúsdrekkasølu Landsins. Á tann hátt kunnu tey, ið ynskja at drepa seg sjálvi, enn fáa fatur á tí, men tað hevði verið munandi verri hjá ungum og børnum at ognað sær tað. Vitandi, at hetta neyvan verður gjørt, eru tó onnur tiltøk, ið kunna setast í verk.

1) Broyt § 18, stk. 2. soleiðis at aldursmark skal vísast við øllum keypi av tubakki. Hetta ger, at ábyrgdin at vísa aldursprógv ikki liggur hjá sølufólkinum, ið oftani sjálvi eru ung, men hjá keyparanum.

2) Lógin má handhevjast. Sosialurin hevur skjalfest 14 handlar, ið bróta lógina. Nú má tað vera upp til avvarðandi myndugleika at geva røttu revsing til hesar handlar. Setið eitt greitt fyridømi alt fyri eitt.

3) Revsingin má herðast fyri at selja til ung og børn undir 18 ár. Um handilsfólk ikki eru sína uppgávu vaksin, ella bara ikki tíma at røkja hana, er einans eitt at gera, tak rættin at selja vøruna
frá teimum. Handlar, ið selja til ung og børn undir loyvdan aldur, eiga at missa loyvið at selja við grundgeving í grovari vanrøkt av tí ábyrgd, teimum er litið í hendur.

Royking og tess avleiðingar er ein alt ov drepandi og oyðileggjandi misnýtsla í okkara samfelagi, til at tað als ongar avleiðingar fær at bróta lógina. Vónandi fær politiski myndugleikin eyguni upp fyri hesum og setur neyðug stig í verk fyri at koma royking til lívs.