Undir valstríðnum upp undir amerikanska forsetavalið í 2008 vísti Barack Obama ferð eftir ferð á, at USA hevði tørv á broytingum. »Yes we can,« var hansara mest brúkta slagorð, og nógv upplivdu mannin sum ein frelsandi eingil fyri stórveldið, ið republikanararnir við George Bush á odda høvdu havt ræðið á síðan 2001. Fólk vóru troytt av krígsretorikki og sviki í fíggjarkervinum og høvdu tørv á, at heilt nýggj stjórn slapp framat. Nýggja lotið æt Barack Obama. Skjótt fekk hann støðu sum ein filmsstjørna og vann eisini forsetavalið lættliga á krígsveteraninum, John McCain.
Støðan undir valstríðnum í 1960 var ikki heilt ólík støðuni í 2008. Dwight D. Eisenhower, ið var virdur krígsveteranur, hevði verið forseti síðan 1953, men demokratarnir vildu nú hava republikanararnar úr Hvítu Húsunum. John F. Kennedy æt maðurin, sum skuldi dystast við varaforsetan hjá Eisenhower, Richard Nixon, um valdið í Washington. Kennedy kunngjørdi, at USA stóð á einum vegamóti og mátti setast í gongd aftur eftir drúgva stillstøðu undir Eisenhower. Bara eitt nýtt ættarlið kundi tryggja, at hetta hendi.
John F. Kennedy vann forsetavalið sera tepurt á Richard Nixon. Ikki minst hansara fólkatekki tryggjaði honum sigurin. Í fyrstu sjónvarpaðu valdystunum í amerikanskari søgu var hann sum ein filmsstjørna á at líta, ungur, framfýsin og sjarmerandi. Nixon tóktist harafturímóti at vera illa til passar av øllum hóvastákinum, og so sá hann eisini illbrýntur út, tí lampurnar lýstu heldur óheppið á hann. Eftir dystirnar í sjónvarpinum vístu veljarakanningar, at sendingarnar øktu um undirtøkuna fyri Kennedy. At enda vann hann so akkurát valið.
Harry S. Truman, ið var forsetin, sum í 1945 gjørdi av, at kjarnorkubumbur skuldu tveitast yvir Japan, hevði í fyrstani onki álit á Kennedy. Hann helt, at Kennedy-familjan einans vildi hava vald og legði líka í, hvat valdið varð brúkt til. Heldur ikki dámdi honum pápa John F. Kennedy, Joseph, ið hevði verið undir illgruna at smugla brennivín undir forboðstíðini og framt ivasamar partabrævahandlar í Wall Street. Franklin D. Roosevelt hevði tó í síni forsetatíð útnevnt hann til sendiharra í London, men har gjørdist hann viðhaldsmaður hjá Neville Chamberlain.
John F. Kennedy hevði tó styðjað Winston Churchill, og tá Berlin-múrurin varð bygdur í 1961, var Kennedy ógvuliga avgjørdur í sínum meiningum. Tá broytti Harry S. Truman hugsan um tann unga alvan í forsetasessinum. Helst var meiri stirðil í soninum enn pápanum, helt hann, og tað sama helt Eleanor Roosevelt, kona Franklin D. Roosevelt. Hon fekk ta fatan, at Kennedy visti nógv, men at hann kortini ikki var so sjálvvísur í øllum. Hetta dámdi henni, tí sovorðin maður dugdi at lurta og seta røttu spurningarnar.
Nýggir vindar
Nýggi forsetin dugdi ikki bara at lurta og seta røttu spurningarnar. Hann var eisini ein framúr góður røðari, og hetta kom ikki minst til sjóndar tann 20. januar í 1961, tá hann varð svorin í eið sum forseti í Washington. Røðan, hann tá helt, fór í søguna sum ein av teimum kendastu nakrantíð. Serliga setningurin »Spyr ikki, hvat land títt kann gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri land títt« er nógv endurgivin, men hesin setningurin var ikki bara tikin úr leysum lofti. Hann var niðurstøðan av innihaldinum í røðuni, ið m.a. var hetta:
»Latið nú ljóða av hesum stað, mótvegis vinum sum fíggindum, at kyndilin er latin einum nýggjum ættarliði av amerikanarum, sum er føtt í hesi øldini, hart roynt av kríggi, búnað av einum hørðum og beiskum friði, errið av sínum arvi. Latið allar tjóðir vita, um tær vilja okkum væl ella illa, at vit ætla at gjalda ein og hvønn prís, bera eina og hvørja byrði, standa ímóti allari mótgongd, verja allar vinir og treiskast allar fíggindar fyri at tryggja okkara frælsi. So latið okkum byrja av nýggjum.«
Seinni í røðuni bað Kennedy so allar sínar landsmenn lata vera við at spyrja, hvat landið kundi gera fyri teir, men hvat teir kundu gera fyri landið. Ein ylur fór sum vera man ígjøgnum nógvar amerikanarar hendan dagin fyri 50 árum síðan. Einans 43 ára gamal var John F. Kennedy longu í ferð við at skriva seg í søguna sum ein av teimum best orðaðu og víðskygdastu forsetunum yvirhøvur, og so hendi hetta júst 100 ár eftir, at Abraham Lincoln hevði tikið við sum forseti í landinum.
Kennedy hevði í sambandi við, at hann varð kosin forsetavalevni í 1960, boðað amerikanarum frá, at teir vóru komnir til eitt nýtt vegamót, sum hann rópti »New Frontier.« Hann segði tá: »Vit standa nú á einum Nýggjum Vegamóti – vegamótinum við óuppfyltum dreymum og vónum, einum vegamóti av ókendum møguleikum og sannføringum undir egnum váða. Hinumegin hetta vegamótið eru óuppdagað økir av vísind og rúmd, óloystir trupulleikar í sambandi við kríggj og frið og óbastir trupulleikar av ignoransu og fordómum.«
Nýggj rættindi
John. F. Kennedy var sjónliga ótolin eftir at broyta USA, og ógvusligur røringur var longu í landinum orsakað av, at fólk vóru uppbýtt eftir húðarliti í almenna rúminum. Í sambandi við eina mótmælisferð í Suðurstatunum ímóti rasuskilnaðinum vóru litt mótmælisfólk fyri grovum harðskapi, sum løgreglan ikki steðgaði, og sjúkrahúsini noktaðu at viðgera tey skaddu. Kennedy heitti tá á Martin Luther King um at steðga mótmælunum, men ómøguligt var at standa ímóti trýstinum, ið nú kom.
Í 1962 søkti ein littur studentur um at sleppa at lesa á einum universiteti í Mississippi, har rasisman av álvara logaði. Kennedy mátti hótta við, at herurin kom upp í leikin, um studenturin ikki slapp inn á universitetið. Tað slapp hann so. Men við hesum linkaði spenningurin ikki. Martin Luther King fór nú til Birmingham í Alabama at vísa sína ónøgd við ein av teimum mest harðrendu løgregluovastunum í USA, Jim Crow. Ovastin beitti bæði albrynjaðar løgreglumenn, vandkanónir og hundar eftir mótmælisfólkunum, og í sjónvarpinum sá Kennedy, hvat hendi.
Hendingarnar ávirkaðu Kennedy so nógv, at hann treiv í pennin og helt eina sjónvarpsrøðu um borgararættindi. Røðuna hava summi kallað eina ta vakrastu, hann helt. Hann segði m.a.: »Vit kunnu ikki siga við 10 prosent av fólkinum, at tey ikki kunnu fáa somu rættindi sum onnur, at teirra børn ikki skulu hava loyva at menna síni evnir, at teirra einasti háttur at vinna síni rættindi er at fara á gøturnar at mótmæla. Eg haldi, at vit skylda teimum og okkum sjálvum eitt betri land enn hetta.«
Tann 19. juni í 1963 legði Kennedy fram eitt altumfatandi lógaruppskot ímóti at gera mismun á fólki. Uppskotið umfataði ikki bara rættin at atkvøða og sleppa inn á almennar stovnar, men at fáa atgongd til allar almennar bygningar, bæði hotell, matstovur, sjónleikarhús og handlar. Kennedy hevði tikið støðu saman við teimum littu, men tann 28. august í 1963, tá júst 100 ár vóru liðin, síðan Lincoln avtók trælahaldið, skipaðu borgararættindastríðsfólk fyri stórari mótmælisgongu í Washington.
Fleiri enn 250.000 fólk møttu upp, og høvuðsrøðari var Martin Luther King. Tað var á hesum fundi, at hann helt víðagitnu røðuna um, at hann hevði ein dreym. Ein dreym um, at øll mannabørn skuldu taka saman hendur og syngja, at tey loksins vóru fræls. »Free at last, free at last,« messaði King, meðan hann endurgav kenda gospelsangin, ið litt høvdu sungið í mong áratíggju. Eisini »We Shall Overcome« rungaði við Lincoln Memorial. Tá alt var av, vórðu fyriskipararnir bodnir í Hvítu Húsini, har Kennedy tók ímóti teimum.
Gott eftirmæli
John F. Kennedy hevði sostatt avgerandi týdning fyri, at amerikanarar av afrikonskum uppruna vunnu sær somu rættindir í samfelagnum sum onnur. Men hann verður ikki bara mintur fyri tað. Spenningurin undir Kuba-kreppuni í oktober 1962 var so nógvur, at øll kreppan mundi endað við heimskríggi. Keldur, sum fleiri ár seinni eru vorðnar atkomiligar, hava avdúkað, at heimurin var eina hársbreidd frá teirri stóru vanlukkuni, tí nervarnir hingu uttaná í báðum stórveldunum, og trýstið innanífrá á Kennedy at brúka hermegi var ovurstórt.
Kreppan snúði seg um, at russarar vildu seta upp langtrøkkandi rakettir á Kuba, og ætlanin var komin so langt, at skipini vóru á veg á Kuba við rakettunum. Kennedy setti í verk flotastongsul, so skipini skuldu ikki sleppa vegin fram. Soleiðis andøvdu stórveldini hvørt yvir av øðrum, meðan heimurin helt andanum og vónaði tað besta, men óttaðist tað ringasta. At enda bakkaðu russararnir, m.a. tí Kennedy gav lyfti um, at USA fór ikki háða russarar, um teir bakkaðu. Eisini læt hann teir vita, at USA fór at taka sínar rakettir niður í Turkalandi.
Heykarnir í Washington, ið vóru uppfyltir av krígshugi hesi árini, hildu, at John F. Kennedy og Robert F. Kennedy vóru veikir. Teir høvdu ilt við at gloyma Kennedy, at hann ikki var komin útlagnum kubanarum til hjálpar, tá teir í 1961 gjørdu innrás í Svínavíkini á Kuba fyri at reka Castro burtur. Men Kennedy vildi ikki, at USA skuldi setast í samband við innrásina. Hetta fataðu heykarnir sum veikleika, men í dag siga søgufrøðingar, at Kennedy var kaldur sum stál undir Kuba-kreppuni. Var rætt og slætt orsøkin til, at hon ikki endaði við kríggi.
So eftirmæli hansara er heilt í lagi. Gamaní var hann kendur fyri at vera fegin um konufólk, og kona hansara, Jacqueline Kennedy, skuldi tola mangt, m.a. at hann segðist fríggja við Marilyn Monroe. Men tey hildu saman heilt fram til 22. november í 1963, tá Kennedy varð skotin í Dallas. Sorgin, ið amerikanarar kendu tá, kundi valla lýsast við orðum, og líka so skelkandi, sum drápið var, líka so vist man tað vera, at tóku John F. Kennedy og Martin Luther King ikki lógvatak saman í 1963, hevði USA neyvan havt ein littan forseta í dag.