Tónleikur í heimsflokki í Norðurlandahúsinum í kvøld

Í kvøld klokkan 19:30 er Norðurlandahúsið karmur um konsert, har ein av teimum fremstu gittarleikarunum í heiminum stendur á palli – Robben Ford úr USA. Við sær hevur hann framúr góðar danskar tónleikarar, har í millum sangaran Bobo Moreno.

 

Robben Ford er mettur millum heimsins bestu guitarleikarar, serliga innan bluestónleik, men eisini hevur hann eginleikan at hóska væl inn í øll møgulig tónleikasløg. Robben Ford er úr USA, men í kvøld stendur úrmælingurin á føroyskum palli, tí tá vitjar Robben Ford í Norðurlandahúsinum.

 

Robben Ford hevur stóra yrkisleið, og hevur leikt við fleiri stórum stjørnum, t.d. Joni Mitchell, Jimmy Witherspoon, Miles Davis, George Harrison, Phil Lesh, Bonnie Raitt, Claus Ogerman, Michael McDonald, Bob Dylan, John Mayall og Greg Allman.

 

Við sær á pall hevur hann dugnaligar danskar tónleikarar, og sangari á konsertini í kvøld verður kendi Bobo Moreno. Hann er føddur inn í tónleikaligt umhvørvi, tí pápin er kendi bassleikarin Bo Stief.

 

Bobo var ofta við pápanum, tá hesin leikti, og hevur eisini givið útgávu út saman við pápanum. Bo Stief er fyrimynd hjá fleiri bassleikarum.

 

Sjálvur gjørdist Bobo Moreno kendur miðskeiðis í nítiárunum, tá hann arbeiddi saman við donsku fyrimyndum sínum Jens Rugsted og Stig Kreutzfeldt og saman við Peaches úr USA.

 

Umframt Ford og Moreno, fara Dan Hemmer, orgul, Jesper Mortensen, trummur og Morten Jakobsen, bass, á pallin í kvøld.