Tá Pál fann gull í náminum

Gylti vágbingurin og venjari hansara tevjaðu gull, longu áðrenn teir settu seg í flogfarið til Beograd. Teir fingu rætt, og gullið varð funnið í náminum í hjartanum av serbiska høvuðsstaðnum

Tað verður tíðum sagt, at einhvør stórbýur hevur tørv á sínum andarúmum. Tørv á støðum, har friðsæla og náttúra kann fáa íbúgvarnar at gloyma hektiska býarlívið eitt sekund. Serbiski høvuðsstaðurin andar millum annnað í Tašmajdan. Eitt vakurt grønt øki, har trøini ikki verða órógvað av trafikki, og har stórbýarbørnini spæla leys. Lagnunar speisemi vildi tað soleiðis, at Tašmajdan, sum liggur í býarpartinum Palilula, eisini merkti sviðan av svára krígnum. Í apríl mánaða 1999 varð Tašmajdan bumbað í NATO-álopum, og í dag stendur ein varði til minnis um børnini, sum lótu lív í bumburegninum.

Mitt í hesum øki blómar ítrótturin í dag. Tašmajdan Sports Center, sum hetta øki í dag eitur, varð bygt seinast í fimmtiárunum, og í 1973 varð fyrsta heimsmeistarakapping í svimjing hildin í hesum øki, hvørs uttandura hylur við rúmd fyri 2500 áskoðarum framvegis er favorittur millum onnur svimjistadion í býnum, tá stórar kappingar skulu hýsast.

Tašmajdan merkir á serbiskum máli nám. Og tað var í hesum námi, at Pál Joensen fann sítt fínasta gull. Hann høgdi fyrsta klumpin mikukvøldið, tann næsta hóskvøldið og tann triðja leygarkvøldið. Í summarsólini, júst áðrenn skýming vann á degi, svam hann seg ríkan av gulli. Gylti vágbinguin vann leygarkvøldið sítt triðja, evropeiska gullheiðursmerki, hesaferð í 800 m frí. Við sær á flog tók hann alla pinkutjóðina Føroyar, sum endaði á sætta plássi í heiðursmerkjabýtinum millum evropeiskar svimjirisar.

Móti fremstu, ungu svimjarum í Evropa vísti vágbingurin yvirskot. Yvirskot til at levera ein innsats, betri enn nakrantíð áður í kapping. Yvirskot til at vísa ræðandi sjálvsálit, ið tóktist at fáa mótstøðumenn at hugsa um annað- og triðjapláss, tá nú fyrstaplássið varð bílagt fyri norðan. Og yvirskot at halda bæði bein á jørðini og høvdið kalt, tá umrøða og fokus vuksu í takt við úrslitini á Tašmajdan.

Leygardagin setti Pál Joensen aftur eina tjúkka striku undir, at hann er í heimsflokki. Ikki tí, strikan varð longu teknað eftir 400 m frí mikukvøldið, hon bleiv breiðari eftir 1500 m frí hóskvøldið - og bæði sjálvlýsandi og skríggjandi, tá hann eftir 800 m frí leygarkvøldi rakti sítt triðja gull. Við tíðini 7:56:90 svam vágbingurin teir 800 metrarnar skjótari enn nakar norðurlendingur, juniorur sum vaksin, nakrantíð hevur gjørt. Og hann svam somuleiðis skjótari enn nakar nakrantíð hevur svomið til eina evropameistarakapping fyri juniorar.

Av mótstøðumonnunum var tað í roynd og veru bara ein, sum ikki púrasta hevði sæð í eyguni, at gullið var bílagt í Vági. Fransmaðurin Raoul Shaw helt tørn fyrstu 4-500 metrarnar fyri síðan at dragna og veittra farvæl. Krzysztof Pielowski úr Pólandi og Pavel Medvetskiy úr Russlandi kendu sína vitjunartíð og kappaðust allar 800 metrarnar einans um triðjaplássið. Og Alex Di Giorgio úr Italia, sum í fánýtis desperatión hótti vágbingin á 400 m frí fyrr í vikuni, sá sín gullmøguleika størri í kappingini í 200 metrum frí. Hann gav tí avboð til Pál Joensen og hinar í 800 m finaluni, og tí var geil-7 tóm.


Tann besti

Men Pál Joensen kappaðist tó ikki bara móti Fraklandi, Pólandi, Russlandi og Bretlandi, hetta seinasta kvøldið við føroyskari luttøku á Tašmajdan. Hóast talan var um eina finalu, so var klokkan í roynd og veru harðasti avbjóðarin leygarkvøldið. Pál Joensen helt helt fokus á seg sjálvan, lat mótstøðumenninar svimja sínar egnu geilar og setti í staðin fokus á sekundini. Tað loysti seg, og Pál Joensen kom á mál við tíðini 7:56:90, fimm sekund skjótari enn evropeiska metið fyri juniorar.

- Eg ivaðist ikki í, at eg fór at vinna hesa kappingina, eftir at eg longu hevði vunnið 400 m og 1500 m frí. Hesaferð snúi tað seg bara um at fáa tíðina so langt niður sum gjørligt. Eg vildi niður á sjey minuttir og 56 sekund, sigur Pál Joensen.

Tí var eingin tjóðsangur at hoyra inni í høvdinum á Pál Joensen, eins og tað var í finaluni í 1500 m frí hóskvøldið, tá vágbingurin, sambært sær sjálvum, sang tjóðsangin – alt meðan hann í suverenum stíli bukaði heimsins bestu.

Øðrvísi frá hinum finalukvøldunum tók Pál Joensen sær leygarkvøldi frælsi til at koma niðan til síni nærmastu á áskoðaraplássinum, at kalla beinanvegin eftir heiðursmerkið varð hongt um hálsin og tjóðsangurin sungin. Rennandi niðan eftir áskoðaraplássunum í bláari landsliðstroyggju og gyltum gull, meðan foreldrini funnu fram gullið frá miku- og hóskvøldinum. Og so stóð hann har brádliga, trífaldur evropameistari, umfevndur av foreldrum, gentuni hjá sær, lítlabeiggjanum Eyðbjørn, stórabeiggjanum Elmar, ið náddi fram til síðstu finaluna, og vinfólkum í grannalagnum í Vági.

Løtan tóktist óverulig á Tašmajdan. Fagnaðurin rakk allar teir 2565 kilometrarnar í beinari linju norður til stúgvandi fulla Stóra Pakkhús í Vági, har fólk rørd og fegin hoyrdu sín bygdadrong gera hol í sjógvin fyri triðju ferð. Og heilsanir úr øllum herðashornum aftaná prógvaðu, at ringarnir úr serbiska høvuðsstaðnum niðri á Balkan rukku so langt sum til Grønlands í norði, Brasilia í vestri og Singapore í eystri.

Sjálvur hevði gullfuglurin góða tíð uppi á áskoðaraplássunum. Róligur, avslappaður og smílandi stóð hann og prátaði, heilsaði og smíltist aftur.


Álitið

Í takt við avrikini fyrr í vikuni vaks trúgvin um, at Pál Joensen kundi megna tað enn einaferð leygarkvøldið. Men allar stórsta álit fekk vágbingurin tó frá sínum venjara, sum á venjingarlegu seinasta mánaðin intensivt hevur trimmað sín svimjara, mált hvørt splittsekund av avrikum hansara, og kannað mótstøðuna.

Til hvørja finalu sást Jón Bjarnason á áskoðaraplássinum, fattur og róligur, við einum stoppuri í hvørjari hond – annað til at taka tíðina, hitt til at máta frekvensin. Soleiðis var eisini á Tašmajdan leygarkvøldið.

- Hondina á hjartað. Aftaná gullið í 400 m frí mikukvøldið, sum er veikasta greinin hjá Pál, visti eg at hann fór at gera tað, hann í kvøld hevur prógvað. Tað, sum Pál hevur víst til venjing í seinastuni, hevur verið so óhugnaliga gott, at tað vóru hinir svimjararnir ikki førir fyri at gera nakað við. Trúgvin og sjálvsálitið hevur alla tíðina verið har, men vit hava ikki viljað reklamera við tí. Tað hevði verið tað býttasta, vit kundu gjørt, sigur Jón Bjarnason.

Trífaldi gullvenjarin var stoltur av sínum svimjara leygarkvøldið.

- Hatta var fínasta slag. Tað kundi ikki verið nógv betur. Av og á koma svimjarar til hesar evropameistarakappingar, sum eru nógv frammanfyri hinar. Hesaferð var hann føroyingur, staðfesti Jón Bjarnason beint eftir at seinasti gullklumpurin varð høgdur úr serbiska náminum.


Ringarnir

Tíðindini um avrikið hjá dronginum úr Vági eru longu farin um allan heim. Størsta tíðarritið innan svimjing hevur verið framvið og onnur bløð skýra hansara avrik at vera tað allar størsta í evropameistarakappingini hesaferð. Trúføst hevur serbiska sjónvarpsstøðin RTS sent allar finalurnar beinleiðis. Ljóðar RTS kent í føroyskum oyrum, so er tað helst tí at høvuðsbygningurin hjá júst hesi støð, sum liggur í Tašmajdan økinum, var raktur av bumburegninum í 1999. 16 starvsfólk lótu lív meðan onnur vóru fangað í húsaleivdunum í dagar.

Mánadag seinnapart fara føroyingarnir úr serbiska høvuðsstaðnum. Eftir steðg í Danmark í ein dag lendir gullfuglurin í Vágum mikudagin, áðrenn leiðin gongur suður á Skálabeiti 8 í Vági. Tá er hann komin heim.