Tær føroysku eru best!

Klumma

Hvørju ferð, eg eri í Føroyum, havi eg eini ørindi, ið altíð mugu klárast. Eg skal til frisør. Helst skal hon eita Ingrid, men Mariann, og Bjørk eru eisini fínar.

Eg búgvi í einum stórbýi við túsundatals hárfríðkannarhøllum, men enn havi eg ikki funnið nakra frisør, ið er betri enn tær føroysku - og eg havi roynt nógvar.

Tær føroysku hárfríðkannarkvinnurnar eru ikki bara tryggar við saksinum, tær fylgja eisini væl við rákinum, tær nýta tað seinasta innan liting og viðgerðir - og tær eru bíligar.

Grundin til hetta, trúgvi eg, liggur í eini langari og góðari útbúgving við nógvum praktikki saman við royndum hárfríðkannarkvinnum. Eisini havi eg eina føling av at føroysku hárfríðkannarkvinnurnar eru stoltar av sínum starvi.


Minnist einaferð, tá eg sat í frisørstólinum á Álandi, og hon, sum klipti, greiddi frá, at hon hevði gingið tvey ár í skúla, og so varð hon útbúgvin hárfríðkannarkvinna. Nýtist mær at siga, at eg ongantíð eri so vánaligt og ójavnt klipt, sum ta ferðina?


Sjálvandi eru allar ikki sum hendan – og tað, sum tær oftani hava til felags, er, at tær hava verið nógv á skeiðum og starvast leingi - og so kosta tær eisini.


Havi skilt, at útbúgvingarnar á Tekniska skúla til stylist, make-up-artist og frisør eru ein roynd at fáa kvinnurnar at verða verðandi í Føroyum. Ein góður tanki, ið óiva fær onkra at verða verðandi á klettunum.

Men hugsað longri - hví ikki nýta kunnleikan, sum er í Føroyum innan hetta øki, til at lokka kvinnur aðrastaðni frá at koma til Føroyar og nema sær útbúgving? So kanska talið av gomlum dreingjum minkar samstundis, sum føroyingar læra heimin at greiða og klippa.