Tórshavnar kommuna steingir eldratiltøk

Tilhaldini í Tórshavnar kommunu lótu aftur í gjár og eru undir øllum umstøðum stongd til 23. mars.

Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.


Orsøkin er, at Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu fyribils í næstu fjúrtan dagarnar avlýsir øll tiltøk, har nógv eldri fólk savnast, fyri at verja eldri borgarar ímóti korona-smittuvandanum.

Tilhaldið í Tórsgøtu, Tilhaldið í Kollafirði og Tilhaldið í Nólsoy verða stongd. Hetta eru tilhald, har fleiri eldri savnast til ítriv, venjing og hugna nakrar ferðir um vikuna. Tilhaldini eru stongd í 14 dagar.

Somuleiðis eru størru venjingarliðini hjá teimum eldru eisini avlýst, eins og Opengym, sum Heilsu- og umsorganartænastan stendur fyri, og sum eru venjingar fyri eldri í BURN, verður somuleiðis avlýst næstu 14 dagarnar.

– Heilsu- og umsorganartænastan fylgir gongdini neyvt og er til reiðar at tillaga virksemið og mannagongdir, um heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilmælum, sigur Tórshavnar kommuna.