Tórshavnar Kommunala Starvs- & Tænastumannafelag krevur limaviðurskifti í rættlag

Starvsfólkið á býráðsumsitingini, ið umfatar Roknskapardeildina, Teldudeildina og skattakærunevndina, hava síðan hós. 25. februar 1999 verið á fakligum fundi saman við nevndini í felagnum.

Orsøkin er limaviðurskiftini hjá leiðaranum í skattakærunevndini. Hesin, sum áður hevur verið limur í TKST - enntá nevndarlimur - hevur býráðið tikið úr felagnum. Hetta vóru vit var við, tá hann varð brúktur sum verkfallsbrótari undir verkfallinum í 1997 og hevur býráðið eisini givið til kennar, at teir ætla at brúka hann á hendan hátt, um partarnir ikki verða samdir um sáttmála til komandi sáttmálasamráðingar. Felagið hevur í brævaskifti og á fundum greitt boðað býráðnum frá, at hetta ikki verður góðtikið. Hetta er eitt starv, sum er umfatar av sáttmálanum millum TKST og býráðið og vit fara á ongan hátt at góðtaka, at starvsfólk verða nýtt at mótarbeiða felagnum.

Í skrivi til býráðið varð sagt, at um starv hansara kemur undir annað sáttmálaøki enn tað hjá TKST, krevja vit váttan fyri, at innliman fer fram í viðkomandi felag.

Býráðið hevur svarað, at hann er limurí Dansk Navigatørforening, og hetta heldur býráðið fast við í einum seinni skrivi. Hetta er sjálvandi heilt burturvið, men hava vit sett okkum í samband við Dansk Navigatørforening, har vit hava fingið at vita, at leiðarin fyri fksttakærunevndina við útbúgving síni sum navigatørur, er passivur limur í teirra felag, men at teir einki hava ella vilja hava við hansara lønar- og setunarviðurskifti at gera.

Felagið hevur nú í skrivi boðað býráðnum frá hesum og kravt at limaviðurskiftini hjá leiðaranum í skattakærunevndini verða fingin í rættlag beinanvegin.


Heilsan

Kartni Ravnsfjall, form.

TKST