- Harumframt er samstarvið við Fótbóltssambandið um Tórsvøll ein sólskinssøga, har vit øll eru vinnarar. Fíggjarligi luturin hjá Fótbóltssambandinum er í veruleikanum størri enn tann hjá kommununi, so eisini her fær borgarin í Havn saman við øllum føroyingum ein ítøkiligan ágóða.
Tað skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í aftursvari til Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, ið alment hevur funnist at, at Tórshavnar kommuna enn einaferð hevur játtað eina stóra upphædd til útbyggingina av Tórsvølli.
Í lesarabrævi leggur Heðin Mortensen eisini dent á, at hóast kommunan hevur játtað nógvan pening til Tórsvøll, so merkir tað ikki, at onnur økir verða sett í aðru røð.
- Ístaðin reksar hann upp, hvussu hesir pengar kundi komið øðrum økjum í kommununi til góðar. Eitt nú nevnir hann eldraøkið, har hann við málandi myndum gevur fatan av undantaksstøðu.
Býráðið hevur annars júst játtað eldraøkinum 22 mió í eykajáttan. Vit vita, at meira skal til fyri at menna tænasturnar, og at tað støðugt verða avbjóðingar á eldraøkinum.
- Tað er eisini tí, at vit umframt eykajáttanina hava sett í gongd eitt umfatandi greiningararbeiði soleiðis, at hetta býráðið og tey komandi býráðini kunnu leggja munagóða ætlanir fyri at menna alt eldraøkið, bæði rakstur og íløgur, komandi mongu árini.
Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Heðin Mortensen við at trýsta á her.