Oljuskattur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað dregur út at fáa eina dupultskattaavtalu við Bretland. Oljufeløgini sum virka í Føroyum hava nú í eina tíð eftirlýst eina slíka avtalu, sum skal gera tað lættari hjá feløgunum og teirra fólkum at arbeiða í Føroyum eitt stutt skifti. Hetta visti Útvarp Føroya at siga frá í farnu viku. Eftir áheitan frá oljufeløgunum fór landsstýrið at arbeiða við málinum og tíðliga í ár hevði tað so gjørt uppskot til eina dupultskattaavtalu, sum varð send bretskum myndugleikum. Men bretska valið gjørdi, at øll henda tilgongdin varð steðgað. Bárður Nielsen, fíggjar- og skattamálaráðharri segði við útvarpið nú um dagarnar, at tað tekur tíð at gera eina slíka avtalu. Vanliga tekur tað eini 2 til 3 ár at gera eina dupultskattaavtalu millum lond. Hann veit ikki, nær ein avtala gerst veruleiki, men viðgongur, at tað fer at ganga ein tíð, áðrenn ein slík avtala er í hús.
Endamálið við eini dupultskattaavtalu tvørtur um landmark er at forða fyri, at íbúgvar og fyritøkur ikki gjalda dupultan skatt, tá hesi arbeiða í tveimum londum. Eisini er endamálið at geva íbúgvum og feløgum fulla greiðu á skattligu avleiðingunum, tá arbeitt verður í einum øðrum landi.
Fyri okkum í Føroyum merkist hetta serstakliga í oljuvinnuni, har útlendsk feløg eru við at leita eftir kolvetnum. Hetta virksemi hevur við sær, at umboð fyri feløgini javnan eru í Føroyum men oftani er talan um stuttar arbeiðsvitjanir. At oljufólkini so skulu skattast í Føroyum frá 1. degi tey eru her og til tey fara av aftur landinum halda tey vera sera órímuligt. Tí tey gjalda frammanundan skatt í heimlondunum. At skula gjalda skatt í Føroyum eisini gevur oljufólkunum og feløgum teirra stórar umsitingarligar trupulleikar, og tað elvir ikki júst til áhugan fyri at koma til Føroya. Tí hevur hetta eisini havt við sær, at fundir eru fluttir til eitt nú Danmarkar ístaðin, fyri at sleppa undan ørkymlandi skattaviðurskiftunum. Tað ger so aftur, at bæði flogfelag, gistingarhús og onnur sum eitt nú hýruvognar missa inntøkur.
Hesin trupulleiki rakar sjálvandi ikki tey fólkini, sum eru virkin úti á havinum, tvs. á boripallum og oljuskipum av ymsum slag. Tað er talan um fólkini, sum hava arbeiði og arbeiðsuppgávur á landi.
Bárður Nielsen heldur, at vit missa meira fyri minni við ikki at hava eina dupultskattaavtalu. Hann staðfestir í samrøðu við útvarpið, at tað hevur við sær sera óhepnar avleiðingar fyri oljufeløgini, at ein dupultskattaavtalu enn ikki er komin uppá pláss.
Hann vísir tó á, at tað nógva virksemi í summar verður úti á landgrunninum, har skip eru í ferð við at skjóta eitt nú seismikk. Tað skapar so ikki nakrar trupulleikar. Men ein kann rokna við, at neyðugt er at halda arbeiðsfundir á landi, og tað er hetta, sum nervar feløgini vísir landsstýrismaðurin á.
Tað var undir undanfarna landsstýri, at oljufeløgini gjørdu vart við trupulleikan við ikki at hava eina dupultskattaavtalu. Bárður Nielsen, landsstýrismaður sigur, at tað er ikki gott nokk, at eingin avtala er gjørd enn, tí málið hevur verið hjá myndugleikunum nú í eina tíð.
-Um tað gerst neyðugt og viðvirksemi á landi serliga fer at økjast, so eru vit noydd at gera broytingar í okkara egnu lóggávu, men mær hevði dámt best, at vit fingu eina avtalu við bretar, so tað hevði verið óneyðugt at broytt egna lóggávu sigur Bárður Nielsen við Útvarpið.
Ben Arabo, stjórií oljufelagnum Amerada Hess og formaður í FOÍB, sum er áhugafelagið hjá oljufeløgunum í Føroyum, sigur við Útvarpið, at um tað fer at draga nógv meira út við dupultskattaavtaluni, so eiga vit at gera broytingar í okkara egnu lóggávu. Hann heldur tað vera sera órímuligt, at ein oljuarbeiðari, sum bara hevur verið her í ein dag, skal lata inn sjálvuppgávu og rinda skatt her.
Ben Arabo heldur tað vera skeivt at gera mun á fólki, sum kemur til Føroya í arbeiðsørindum, tí umrødda skipan fyri oljufólk, er ikki galdandi fyri fólk í aðrari vinnu. ?Vit kunnu venda tí við. Um føroyingar fóru til Skotlands í ein ella tveir dagar í arbeiðsørindum og vóru kravdir eftir skatti, so høvdu vit helst ivast í, um vit fóru til Skotlands yvirhøvur og um tað mundi vera nóg týdningarmikið yvirhøvur at fara avstað, tá avleiðingin var henda.
Stjórin í FOÍB dylur heldur ikki fyri, at skipanin hevur gjørt, at oljufeløg hava aftrað seg at koma til Føroya at halda arbeiðsfundir og heldur skipað fyri teimum í útlandinum.
Sambart útvarpinum gekk vinnan í 2001, tá nógv virksemi var í Føroyum, vinnan eftir eini 30 daga reglu, sum ásetti, at ein persónur kundi arbeiða upp til 30 dagar í Føroyum um árið, uttan at skula rinda skatt her. Men í 2002 fingu oljufeløgini at vita, at tað er ikki í tráð við føroyska lóggávu.
Tað var tá, at oljufeløgini raknaðu við sigur Ben Arabo. ?Man hevur gjørt eina so stramma lóggávu fyri tí einu vinnuna, at tað ber ikki til at umsita hana.
Ben Arabo tekur undir við orðunum hjá Bárði Nielsen, at fæst ein dupultskattaavtala ikki uppá pláss, so verður neyðugt at gera broytingar í føroysku lóggávuni.