Stórir møguleikar liggja í, at nýggja tøknin burturbeinir trupuleikarnar sum standast av okkara støðu sum eitt fjarskoti samfelag. Og hesar møguleikar eiga Føroyar at gagnnýta.
Tað almenna eigur, eins og vinnan, í nógv størri mun at gera KT til eitt menningarøki. Innan vinnuna er tørvurin á KT-starvsfólki størsti trupuleikin. Teldustøðinga útbúgvingin á Handilsskúlanum er eitt framstig, men verulig menning innan KT-vinnu kemur neyvan uttan hægri útbúgvingar.
Útbúgvingarætlanir
Ætlanir eru frammi um eina útbúgving á Bachelor-støði á Fróðskaparsetrinum. Hetta merkir at fólk fara uttanlands at lesa víðari. Arbeiðsgevarafelagið er av teirri áskoðan at vit heldur áttu at lagt okkum upp at einari líknandi loysn sum nýggja KT-universitetið í Keypmannahavn, soleiðis at endalesturin á master-støði, lá í Føroyum.
Harvið gjørdu tey lesandi sína útbúgving lidna í Føroyum, og vit fingu betri umstøður at menna gransking innan KT. Føroya Tele átti at verið privatisera, og tøki kapitalurin átti at veri oyramerktur til menning av KT- og telesamskifti.