Tríggir týskir KT-serfrøðingar eru burturfluttir í irakska høvuðsstaðnum Bagdad. Teir tríggir menninir vóru júst lidnir við eitt arbeiði inni í irakska fíggjarmálaráðnum, tá teir blivu burturfluttir. Lívverjar teirra eru eisini horvnir.
Iraksku myndugleikarnir siga frá eygnavitnum, at burturflytararnir vóru í løgreglubúna, og at teir vóru vápnaðir. Teir høvdu ein vøruvogn av tí slagnum, sum irakska løgreglan brúkar.
Týsku myndugleikarnir hava ikki váttað tíðindini um burturflytingina, men týskir og bretskir fjøllmiðlar hava borið tey.