Tá allir bilarnir í Hvalba mistu nummarpláturnar

Tá fyrsti bilsýnsmaðurin hjá Bileftirlitinum kom til Hvalbiar at sýna bilar í 1960, fór hann av bygdini við øllum nummarplátunum hjá teimum nógvu lastbilunum, sum koyrdu við koli.

 

Orsøkin var, at hvalbingar snýttu við bremsunum.

 

Tá Atli Jensen, fyrrverandi stjóri á Bileftirlitinum vitjaði á fundi hjá Føroya Ellisakførum hóskvøldið, visti hann frá nógvum søgum at siga.

 

Atli Jensen var fyrsti bilsýnsmaður hjá nýstovnaða Bileftirliti Føroya í 1960. Tá vóru skrásettir 840 bilar í Føroyum – nú eru oman fyri 30.000 – og fyrsta uppgávan hjá Atla Jensen var at fara runt landið at sýna bilar.

 

Einaferð gekk so leiðin til Suðuroyar. Komin til Hvalbiar mátti Atli Jensen standa sín manndómsprøva.

 

Í Hvalba vóru eins nógir bilar, sum í restini av Suðuroynni, hóast tað ikki var koyrandi til nakra aðra bygd úr Hvalba. Tað var koladriftin, sum kravdi nógvar lastbilar, sum koyrdu úr Prestfjalli oman á bryggjuna við koli, har Skarvasteinur – ein gomul slupp – førdi kolið úr Hvalba kring landið.

 

Tá Atli Jensen hevði sýnað teir fyrstu bilarnar sá hann eitt mynstur:

 

– Tá uppdagi eg, at ikki bara tann fyrsti og annar og tann triði ikki høvdu bremsur á forhjólunum. Men soleiðis var við øllum bilunum. Eingin hevði bremsur á forhjólunum. Tær vóru systematiskt demonteraðar, greiddi Atli Jensen frá.

 

– So spurdi eg, hvussu hetta bar til?

 

– »Ogur koyra á kolinum,« var ein hvalbingur skjótur at svara.

 

Men tað hevði einki við bremsurnar at gera, helt Atli Jensen fyri.

 

– Nei nei, men koyrir tú av Prestfjalli oman ímóti prestgarðinum í Leirum, so er ikki hugsingur um at hava bremsur á forhjulunum, greiddi ein hvalbingur Atla Jensen frá.

 

– Tí so blokerar tú forhjúlini, og so missir tú stýringina, og bilurin fer har, sum hann hevur hug at fara, greiddi Atli Jensen frá.

 

Sakin var kortini tann, at bilarnir mundu hava eini 100 ella 200 prosent yvirvekt. Tí var øll vektin á bakhjólunum, og lítið og einki harframmi. 

 

– Hetta var forkláringin, segði Atli Jensen. Serliga galið søgdu teir var, tá kavi var. So var ikki hugsingur um, at hava bremsur á forhjúlunum, tí so bar als ikki til at stýra bilinum.

 

Tann nýggi og ungi bilsýsnmaðurin mátt nú gera teimum mongu hvalbingunum greitt, at hetta bar ikki til, og at teir máttu syrgja fyri, at allir bilarnir aftur bremsaðu upp á forhjólini.

 

– Eg segði teimum, at eg kom aftur um tvær vikur, og at tá máttu allir bilarnir vera í lagi.

 

Men tá Atli Jensen kom suðuraftur, vóru ongar umvælingar gjørdar.

 

– Segði hann bremsor? spurdir hvalbingarnir, tá Atli Jensen vildi síggju umvældu bilarnar.

 

Atli Jensen fór avstaðaftur, men segði hvalbingunum, at hann fór at tosa við sýslumannin.

 

Hann fór suðuraftur seinni – og hevði saks við. Nú mátti røkka ella støkka. Men skilið var tað sama. Tað endaði so við, at Atli Jensen klipti pláturnar av øllum lastbilunum í Hvalba og fekk sær hjálp at bera tær um fjallið til sýslumannin á Tvøroyri.

 

– Eg gjødi sýslumanninum greitt, at eg kundi ikki góðkenna allar lastbilarnar í Hvalba uttan bremsur.

 

Atli Jensen segði, at tá hann fór um fjallið við øllum nummarplátunum, høvdu teir júst latið fyrsta skotið av til hvalbiartunnilin.

 

Tað næsta, sum frættist til Havnar var, at lastbilarnir í Hvalba koyrdu við sama lag úr kolaminunum oman á bryggjuna við koli, har Skarvasteinur lá klárur at flyta kolið kring landið – men við ongum nummarplátum.

 

Hetta gekk altso ikki. Sýslumaðurin og politiið komu uppí, og endin var, at allir bilarnir vórðu umvældir, góðkendir og fingu nummarpláturnar.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/