Tað ber væl til at gera sangir á føroyskum

-Málið er øgiliga ríkt, tí vit eiga so nógv ymisk orð fyri somu ting, so eg haldi tað bert verða undanførslur hjá teimum, sum siga, at tað ikki ber til at yrkja á føroyskum.

Hetta heldur Signar í Homrum, sum flestu okkara munnu kenna frá bólk inum, Kjølum, har hann hevur sungið og spælt guitar í fleiri ár.

Í løtuni býr Signar í Svøríki, har hann júst hevur fingið starv sum kassaleiðari a B&W Stormarknad í Gøteborg.

Yngd hevur hitt Signar í telefonini, og úrslitið av samrøðuni sæst niðanfyri.


Hvat gjørdi tú, áðrenn tú fórt at fáast við tónleik, ella hevur tú altíð fingist við hetta?

»Tá eg gekk í barnaskúlanum spældi eg hondbólt, men tað vardi ikki so leingi, og harumframt var eg ongantíð serliga dugnaligur í hesum.

Guitarspæli byrjaði so, meðan eg gekk í øðrum ella triðja flokki, tá bæði Jens Marner og eg byrjaðu at ganga til guitarundirvísing. Síðani hevur hetta so útviklað seg harfrá.«


Nær byrjaðu tit í Kjølum fyrstu ferð at spæla saman?

»Tað var tá vit vóru um eini 14-15 ára gamlir. Tað var soleiðis, at Jens Marner og nakrir aðrir kollfirðingar høvdu ein bólk saman, og eg slapp so eisini at vera við teimum. Síðani hevur so nakað av útskifting verið, men seinastu 3 árini hevur manningin alla tíðina verið hin sama.«


Tú hevur skrivað rættuliga nógv sjálvur, metir tú hetta sum eitt talent, ella er talan meira um hart arbeiði?

»Ja, vit hava alla tíðina lagt okkum eftir at gera okkara egna tilfar, og higartil hevur hetta so eydnast. Talan er ivaleyst um eina blanding av talenti og arbeiði, men tú kanst á ongan hátt tvinga nakað fram, um lagið ikki er hitt rætta.

Vihvørt sita vit so og klimpra, og so tekur tað kanska 5-10 minuttir, so er melodiurin heima. Eftir hetta skal lagið tó arrangerast, og hetta kann gott taka nakað av tíð.

Sjálvur skrivi eg meginpartin av tekstunum, og síðani eru vit felags um at fáa alt at rigga sum eina heild. Hetta er eisini tann størsti parturin av arbeiðinum, og hevur tú sitið eitt heilt kvøld við einum sangi, kemur man deyðatroyttur til hús, tá lagið er liðugt, men tað er ein góð kensla, um man er nøgdur við arbeiði.«


Fyrstu sangir tykkara vóru allir á føroyskum, men á fløguni er alt á enskum, hví?

»Hetta er eina mest av handilsligum ávum. Vit eru allir sannførdir um, at tað er ein handilsvøra, sum vit framleiða, men tó fara vit ongantíð somikið langt, at vit gera eitt lag, sum vit ikki tíma at spæla sjálvir. Tað verður ongantíð soleiðis, at vit koma at spæla t.d. Barbie Girl, tí gott nokk vinna tey nógvan pening, men musikalska gleðin man vera so sum so.

Føroyskt er annars eitt gott mál at skriva sangir á. Málið er øgiliga ríkt, tí vit eiga so nógv ymisk orð fyri somu ting, so eg haldi tað bert verða undanførslur hjá teimum, sum siga, at tað ikki ber til at yrkja á føroyskum. Kanska er tað heldur soleiðis, at vit eru ov smæðin, og tískil hava lættari við at syngja »I love you« ístaðin fyri »Eg elski teg«.

Sjálvur haldi eg eitt nú útgávuna hjá Tangz vera avbera góða, men tað besta, sum er skrivað á føroyskum er ivaleyst fløgan hjá føstufressum, har Anker Eli hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði.«


Í gerandisdegnum hevur tú annars lært til krambakall, er tað ein útbúgving, sum tú ert glaður fyri?

»Ja, eg meti meg hava lært nógvar góðar eginleikar, sum eg eisini kann nýta aðrastaðni, og í hesum sambandi haldi eg meg hava lært serliga nógv frá lærumeistara mínum, Jaspuri Johannesen, og úti á Handilsskúlanum, har Annfinnur Zachariassen undirvísti okkum.

Mær dámar eisini væl sjálvt yrkið, tí man kemur í samband við rættuliga nógv fólk, og í nýggja starvi mínum eru eisini stórar avbjóingar. T.d. um ein kassi gongur fyri, tá eini átta fólk standa í bíðirøð. Tá eru góð ráð dýr, tí kappingin millum handlarnar her yviri er øgiliga hørð, og hvør minuttir hevur týdning fyri samlaða úrslitið.«


Hvussu ber tað til, at tú valdi at fara til Svøríkis?

»Tað var tí at Eydna fór at lesa, og harumframt hevði eg eisini sjálvur hug til at fara uttanlands.«


Gert tú nakað við tónleikin, nú tú ert har yviri?

»Eg havi ikki spælt við nøkrum orkestri, men hinvegin havi eg hugnað mær rættuliga nógv. T.d. er ein svenskur guitarspælari, sum eg havi vant eitt sindur saman við, men fyri tað mesta havi eg sitið heima og spælt.

Tá eg sitið soleiðis, verður alt tikið upp, tí tað kundi jú hent seg, at okkurt lag ella onkur strofa kann nýtast onkra aðra tíð.«


Verða Kjølarnir aftur teir somu og eru fleiri útgávur á veg?

»Í løtuni royna vit at skapa okkum kontaktir uttanlands, og eru vit allir samdir um at leita úteftir í framtíðini. Vit vóna eisini at kunna geva meira fløgur út, men hesar verða so ikki gjørdar við sølu í Føroyum fyri eyga, tí marknaðurin er somikið lítil.

Tað er tó altíð stuttligt at spæla heima í Føroyum, men eftir hondini hava vit roynt tað mesta, og tískil hava vit onga gularót at stremba eftir í framtíðini.

Eg má tó eisini siga, at føroyskar úgávur verða stuðlaðar alt ov lítið. Tað kemur ikki upp á tal at lata einar 500.000 kr. í stuðli til eina útgávu uttanlands, men skal onkur langt burtur at lesa eitthvørt, er eingin trupulleiki at lata viðkomandi 150.000 kr. í stuðli.

Í Svøríki hava politikarar valt at raðfesta øðrvísi, og í dag er tónleikur jú millum størstu útflutningsvørurnar hjá svium. T.d. var Abba í sínari tíð fimtastørsta fyritøkan í landinum, og hetta sigur ikki so lítið.

Annars er hugburðurin hjá svium eitt sindur øðrvísi. Her hava øll loyvi til at vera nakað, og hetta sæst eisini aftur í altjóða avrikum teirra. Teir eru frammalaga í so at siga øllum ítróttagreinum, hava stórar bilverksmiðjur, framleiða flúgvarar, eiga eina av heimsins størstu telefonframleiðslum o.s.fr.

Hevði hesin hugburður eisini valdað í Føroyum, høvdu vit ivaleyst komið longri, men her skal eingin sleppa at royna nakað nýtt. T.d. vóru tað mong, sum ilskaðust, tá fótbóltslandslið okkara fór at royna seg, tí hetta var óðamannaverk. Í dag munnu flestu føroyingar fegnast um hetta, tí tað var kanska ikki so galið kortini.«


Hevur tú nøkur góð ráð til teirra, sum í dag royna at sláa ígjøgnum við tónleikinum her heima?

»Mmmm ja, tað týdningarmesta er at fara ígjøgnum alla mylluna, soleiðis at tit spæla so nógva staðni sum gjørligt. Hetta ger, at bólkurin er betri samanspældur, umframt at samanhaldið gerst nógv betri. Eisini hevur tað við sær, at fólk koma at kenna bólkin, og at tað tískil gerst eitt sindur lættari at marknaðarføra eina fløgu.«



Svara so!

Navn:

Signar í Homrum


Føddur:

13/1-74


Giftur:

Nei, men búgvið saman við Eydnu Poulsen og soninum


Fyrimynd:

John Lennon


Besti persónligi eginleiki:

Øh, eg havi lært at kontrollera temparamentið


Størsti veikleiki:

Mær dámar óluksáliga væl at fáa mær eina øl, og tað er ikki gott, tá man hevur trupulleikar við vektini


Besti matur:

Ræst kjøt


Besti drykkur:

Øl


Best í sjónvarpinum:

Frazier


Frítíðarítriv:

Tónleikur


Størsta uppliving:

At síggja sonin koma til verðina


Størsta vónbrot:

Alt sum man ætlar sær, men sum ikki eydnastt, er eitt vónbrot


Størsta ynski:

At kunna liva rímuliga væl av tónleiki