Tað besta var at gerast abbi

- Eg havi eitt ynski um at brúka meiri tíð saman við míni familju, sum er mær so fantastiska stuðlandi, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at hann plagar at keypa nakað av fýrverki, men tað verður kanska ikki eins nógv keypt nú, sum tá børini vóru smá.

 

- Nýggjárið verður hildið heima á Sandi sum vant. Familjan plagar at savnast til ein góðan bita um kvøldið, áðrenn farið verður at ganga kyndlagongu og annars taka lut í teimum tiltøkum, sum verða fyriskipaði í bygdini.

 

Brandur Sandoy heldur, at tað besta, sum er hent honum í 2018, er, at hann er blivin abbi at einari fittari gentu, sum gevur honum mikla gleði hvønn einasta dag.

 

Hvat var tað keðiligasta, sum hendi tær í 2018?

 

Almennir persónar sum eg koma ofta í støður, sum eru truplar at handfara. Tó minnist eg ikki nakra serliga hending í árinum sum fer. Tíbetur er vit menniskju gjørd soleiðis, at vit gloyma skjótt tað minni góða.

 

Hevur tú sett tær nøkur serstøk mál fyri 2019?

 

Ikki sum so, men eg havi eitt ynski um at brúka meiri tíð saman við míni familju, sum er mær so fantastiska stuðlandi í mun til tað arbeiðið, ið eg eri settur at fremja, hóast ágangurin til tíðir er nógvur, sigur borgarstjórin.

 

At enda ynskir Brandur Sandoy øllum Føroya fólk eitt eydnuberandi og signað 2019.