Tað er farið at goysa í Íslandi í kvøld

Nærmastu vegir á leiðini, har eldgosið er, eru stongdir, og fólk eru biðin um at vera rólig.

 

Tað er farið at goysa í Íslandi í kvøld, og lavastreymurin upp úr dýpinum ger himmalin yvir Reykjanesi vestan fyri íslendska høvuðsstaðin reyðlittan.

Sambært jarðfrøðinginum, Børge Johannes Wigum, sum fylgir gongdini úr Reykjavík, hevur ein tyrla hjá sjóverjuni flogið yvir økinum og kannað, hvussu umfatandi eldgosið er.

Jarðfrøðingurin vísir á, at eldgosið er ikki skrásett í mátingum, og tí kemur tað óvart á.

Meteorologisk Institutt í Íslandi sigur, at eldgosið er byrjað við Fagradalsfjall, sum liggur millum flogvøllin í Keflavík og høvuðsstaðin, Reykjavík.

Nærmastu vegir eru stongdir, og fólk eru biðin um at vera rólig.

Roknað hevur verið við, at okkurt var í ferð við at henda um hesar leiðir, tí fleiri størri og smærri jarðskjálvtar hava verið á leiðini seinastu vikurnar.