Tá ið kappingin var fýra umfør gomul, sá tað heilt ljóst út hjá B68, sum hevði vunnið tríggjar dystir og spælt ein javnan.
Nú eru fýra umfør aftrat avgreidd, og úrtøkan úr teimum er sera soltin hjá toftamonnum, sum hava spælt einaferð javnt og trapt tríggjar tær seinastu ferðirnar.
Í kvøld tapti B68 2-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.
Lítla løtu undan steðginum legði Bárður Hansen KÍ framum 1-0. Uppleggið átti Hjalgrím Elttør, sum í kvøld átti avgerandi leiklut. Ellivu minuttir eftir steðgin økti Hjalgrím um munin til 2-0.
B68 hevði fyrstu løtuna fleiri hornaspørk og spentar støður, men tað eydnaðist ikki at fá bóltin í málið aftanfyri Hannis Matras, og so var tað mótbrekka í seinna hálvleiki, tá ið KÍ var frammanfyri 1-0 og 2-0, og tað harvið gekk fyri seg eftir treytunum hjá gestunum.
Bæði KÍ og B68 hava nú 11 stig.
Í níggjunda umfari skal KÍ suður til Sands, og B68 skal spæla á Argjum.