- Má siga, at eg gjørdist skakkur, tá eg sá, at ein sjálvútvaldur sokallaður búskaparfrøðingur á navni Jóannes Jacobsen í Sosialinum breiddi seg út við boðskapinum um at lata útjaðaran fara, tí har er eingin vón fyri framman álíkavæl.
Tað sigur Egil Olsen á Tvøroyri á sínari facebook-síðu. Egil er aktivur vinnulívsmaður - ikki minst í útjaðaranum og soleiðis bæði í Suðuroy og í Sandoy.
- Um tað er soleiðis, at loysnin er so einføld, sum hesin sokallaði serfrøðingurin ger seg talsmann fyri - uttan mótsøgn - so má eg siga, at hetta landið, sum er uppbygd við hørðum stríði og strevi, er illa farið.
Egil Olsen vísir á, at sum ein av teimum mongu kring landið, sum hevur strevast og stríðst fyri at skapa eina góða tilveru fyri mest møgulig - ja, fyri allar føroyingar - uttan at hugsa um persónligan vinning - so heldur hann nú, at hann av álvara noyðist at umhugsa, um hetta var stríðið vert.
- Kanska skal man býta leiklutin um. Lata teimum, sum vita, hvussu best úrslit fæst burtur úr, sleppa framat.
Og Egil Olsen leggur aftrat á sínari facebook-síðu:
- Er tað soleiðis, man vil, og hetta er tann generella uppfatanin, skal eg so avgjørt trekkja meg beinanvegin og lata hann og øðrum av hansara líkum sleppa fram at, sum hava loysnirnar. Góða eydnu!