Leygarkvøldið var stór kvøldseta í Samkomuhúsinum í Sumba til heiðurs fyri skaldið Poul F., sum hevði fylt 100 ár í morgin, 18. november, hevði hann livað.
Samkomuhúsið varð stúgvandi fult at fólki, sum var komið saman at heiðra Hargaskaldið, sum Poul F. eisini onkuntíð varð nevndur.
Sostatt vóru eini 190 fólk úr allari Suðuroynni samankomin til kvøldsetuna at heiðra Poul Frederik Joensen, sum fulla navn hansara var.
Tvs ,at talan var ikki bara um kvøldsetu tí allan dagin skipaði Landsbókasavnið fyri framsýning av bókum, handritum o.s.fr. í Samkomuhúsinum
Tað vóru Fimmboði og Daniel Johan Lisberg í Sumba, sum skipaðu fyri kvøldsetuni í samstarvi við Norrøna felagið í Føroyum, Norðurlandahúsið í Føroyum og Føroya Landsbókasavn.
Stuðlað tiltakinum annars høvdu Sumbiar Kommuna, Tórshavnar Kommuna, Útvarp Føroya, Suðuroyar Sparikassi og Føroya Banki.
Á kvøldsetuni sang manskór á Tvøroyri nakrar sangir eftir Poul F. og Sverri Egholm las upp yrkingar og okkurt prosastykki.
Harumframt hugleiddi Eyðun Andreasen um skaldskapin hjá Poul F, og Poul F. tulkarin fram um allar í Føroyum, Hanus Johansen, sang sangir, sum Poul F hevði yrkt og sum hann hevði sett lag til.
Kanska hevur Hanus Johansen meiri enn nakar annar heiðurin av gera tað yngra fólki kunnugt við yrkingarnar hjá Poul F, tí síðani hann fyrstu ferð datt fram á eitt yrkingarsavn eftir Poul F. fyri skjótt nógvum árum síðani, hevur hann ongantíð dult fyri, hvussu Hargaskaldið hevur hugtikið hann.
Hanus Johansen hevur gjørt lag til eitt ótal av yrkingum eftir Poul F. og leygarkvøldið framførdi hann nakrar av teimum á kvøldsetuni í Sumba.
M.a. tók hann øll á bóli við at vera so djarvur, at hann hevur ?dittað? sær at gera eitt nýtt lag til ?Fagra Blóma?
Men eftir lógvabrestunum at døma, tóku fólk væl ímóti nýggja lagnum, hóast tað ikki er so lætt sum tað gamla.
Tað var Flora Hammer á Tvøroyri, systir Poul F., sum setti kvøldsetuna.
Poul F. var elstur av níggju systkin, men Flora er tann einasta, sum livir eftir eftir.
Hóast tey høvdu tungt hús -yngsti beiggin var bara ársgamal, tá ið pápin doyði- vuksu tey upp í einum fjálgum og tryggum heimi uppi í Hørg, har mentanin var hildin í hásæti, segði Flora.
Hon segði, at tað var sær ein æra at vera við at heiðra bróðurin, og at æran var ikki minni av at tað var í føðibygdini.
?Okkum untist ikki at búgva í Sumba okkara vaksna lív, men føðibygdina gloymir ein aldrin, segði systir Poul F.
Hon segði, at tað er ikki nøkur loyna at nógvum ikki dámdi yrkingarnar hjá Poul F., antin tí at tey ikki kendu mannin, ella tí at tey vóru ov snævurskygd.
? Men eg haldi meg ikki taka munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at Poul F. yrkti við rámandi speiðsemi, lemjandi argan, eymum kærleikskenslum, djúpum forsturlandskærleika og inniligari trúgv, var stutta og greiða eftirmælið, Flora Hammer gav beiggja sínum.
Hon segði, at tað gleddi hana, at Poul F. livdi víðari í huganum á fólki og hon setti kvøldstevnuna við orðunum hjá Poul F.
Varðandi minnir um rættar menn
er varandi minnisvarði.
Lítið nyttar bert mansins navn
á steini í kirkjugarði.
Á kvøldsetuni hugleiddi Eyðun Andreasen um skaldskapin hjá Poul F. Men tað venda vit aftur til í einum seinni blað.
Men hann vísti m.a. á, hvussu stóran týdning skaldskapurin hjá Poul F hevði havt fyri hann.
Bæði foreldur hansara vóru lærarar og á Føroya Læraraskúla høvdu tey nomið føroyskt mál og føroyskan skaldskap.
? Nógvar bøkur vóru í barnaheiminum. Men tann besta av øllum var yrkingasavnið ?Millum Heims og Heljar?.
Hann og bróður hansara plagdu at skiftast um at fara upp á ein skammil í køkinum at lesa upp yrkingar eftir Poul F. fyri hvørjum øðrum.
Hann segði, at hjá sær hevði Poul F. latið eina hurð upp til føroyskan skaldskap.....
Aftaná kvøldsetuni var farið niðan í dansistovuna at dansa, m.a. vóru kvæði eftir Poul F. kvøðin.