Tað er alneyðugt, júst nú, at vit halda fast um góðu kósina og at vit at skapa eina veruliga filmsvinnu í Føroyum, ið mennir okkara egna serstaka filmsmál.
Tað siga tey í felagnum Føroysk Filmsfólk, í eini áheitan á Løgtingið, nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal samtykkjast.
Tey vísa á, at ongantíð áður hava bæði børn og vaksin havt so stóra atgongd til filmar og sjónvarpsrøðir heima við hús. Stórar stroymingartænastur kappast um at fáa okkum at hyggja. Hvørt húsarhald hevur eitt ella fleiri hald. Netflix, HBO, Viaplay. Øll dyrgja tey eftir børnum og ungum, og í dag tosa fýra ára gomul brent enskt. “How are you?” spyrja tey.
Men enn duga vit ikki at svara, tí Føroyar, og føroyskt, eru eftirbátur við lít, siga tey.
Tí vilja filmsfólk hava eina broyting, ið tey siga, fer at fáa avgerðandi týdning fyri okkara mál, okkara mentan og framtíð.
– Vit melda okkum uppí kappingina. Vit bjóða okkum fram. Á føroyskum, siga tey.
Árið í ár er sermerkt, eisini fyri filmsvinnuna. Men tað er júst í hesum tíðum, har ein nýggj og ókend farsótt ger okkum ótrygg, at vit vilja tryggja, at hópurin av filmsfólkum og ungum talentum, sleppa at arbeiða við tí, tey brenna fyri og tað er at skapa nýggjar søgur á filmi til okkum øll.
– Tí er alneyðugt, júst nú, at halda fast um góðu kósina, at skapa eina veruliga filmsvinnu, ið mennir okkara egna serstaka filmsmál, siga tey.
Tað kann verða ein skapandi vinna við ynýggjum arbeiðsplássum, har vit vísa okkum fram á altjóða pallum. Vit eru ikki longur fjarstødd og burturgoymd mitt í Atlantshavi. Vit eru mitt í meldrinum, har vit sjálvi skulu bera okkara søgur út í heim, og tora at bjóða risunum av.
Tey føroysku filmsfólkini siga, at játtanin til at gera film fyri, er sjálvur grundarsteinurin fyri, at vit røkka hesum máli.
Á fíggjarlógini fyri nlsta ár, eru 2,9 milliónir settar av til at stuðla føroyskari filmsframleiðslu.
Tey hava áður víst á, at tað var ein stórhending, tá eitt samt løgting samtykti í 2014 at gera eina serstaka játtan til film. Hóast byrjanin var varislig, var endamálið greitt og tað var at byggja eina skapandi filmsvinnu í Føroyum, upp
Tá var málið var, at játtanin skuldi hækka 500.000 krónur á hvørjum ári, til upphæddin var komin uppá 10 milliónir - og at ein føroyskur spælifilmur varð gjørdur um árið.
– Hendan samtykt hevði við sær, at verulig ferð kom á filmsvinnuna í Føroyum, og at føroyingar, hesi seinastu trý árini, hava havt høvið at sæð tríggjar nýggjar spælifilmar á stóra løriftinum.
Tey halda, at hendan framgongdin má halda fram, men tað gongur strilti at halda ætlanina um at hækka játtanina á hvørjum ári.
Tí vóna tey nú, at Løgtingið er við til at tryggja, at játtanin hækkar 500.000 krónur næsta ár, soleiðis sum samgongan við Bjørn Kalsø á odda, samtykti á sinni.
– Tá kann okkara filmsvinna gera veruligan mun komandi árini, siga tey í Felagnum Føroysk Filmsfólk, sum eru Maria Winther Olsen, forkvinna, Ingun Í Skrivarastovu, næstforkvinna Sakaris Stórá, skrivari, Jonas Í Dali Wagner, kassameistari, Anton Petersen, nevndarlimur.