Hetta er evnið, sum verður viðgjørt á aðalfundinum hjá Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag, KLH, hósdagin 9.mai Kristi himmalsferðardag.
Tað vera tvær framløgur. Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, og Preben Hansen frá LINDINI leggja fyri við: Tað kristiliga í útvarpi og sjónvarpi. Alment og/ella privat?
Eftir framløgurnar verða viðmerkingar frá fólki, sum umboða tey almennu og privatu sjónarmiðini.
Aðalfundurin hjá KLH verður í missiónshúsinum á Toftum Kristi himmalsferðardag kl.15.00.
Í sambandi við aðalfundin verður eisini møti við sangløtu í missióshúsinum á Toftum kl.19.00.