Tað lætti at stinga varafútan

42 ára gamli maðurin, sum 4. mai í fjør stakk varafútan í lærið, angraði í rættinum týsdagin einki. Hann var noyddur at gera tað, segði hann

Føroya rættur brúkti allan týsdagin til at viðgera nøkur mál móti einum 42 ára gomlum manni.
Tað størsta málið var um, tá ið hann í fjør elti og síðan ein dag stakk varafútan í lærið. Hetta hendi beint uttan fyri Dómhúsið í Havn.
Hann hevur sitið
Varðhaldsfongslaður í 500 dagar, eftir at hann varð varðhaldsfongslaður 5. mai í fjør. Tað mesta av tíðini hevur hann sitið í Danmark.
Beint yri ólavsøku varð hann latin leysur, og týsmorgunin kundi hann tí sum ein fríur maður spáka til Dómhúsið.
Hann lætst ikki um vón, tá ið ákærurnar móti honum vórðu latnar upp.
Áðrenn tilburðin uttan fyri Dómhúsið hevði maðurin fleiri ferðir elt varafútan.
Hann hevði verið uttan fyri arbeiðspláss hansara, fór heim til hansara,og hann fór eisini í Norðurlandahúsið, har varafútin var eitt kvøldið.

Fekk Almannastovuna upp á heilan
Tann dagin hevði hann verið í býnum og keypt ein hvassan knív at stinga við.
Allar royndirnar at seta seg í samband við varafútan gingu út uppá, at hann vildi melda Almannastovuna fyri forsømilsi. Hvørji forsømilsini vóru, vildu maðurin ikki siga í rættinum.
Hann hevði kannað, hvar varafútin var henda mánamorguinin 4. mai í fjør. Varafútin var á fundi í Dómhúsinum, og hin bíðaði í gongini.
Tá ið varafútin var komin út, leyp hin til og setti knívin í lærið.
Síðan spákaði hann avstað, yvir á politistøðina at mela seg sjálvan.
Tann ákærdi segði, at hann var noyddur at gera, sum hann gjørdi. Hann hevði vent sær til nógvar ymiskar myndugleikar og bað um hjálp at melda Almannastovuna, men øll vístu honum frá sær. Hann fór eftir varafútanum, tí fleiri høvdu sagt honum, at hann var ovasti myndugleiki. Hann ætlaði at plága og plága hann, til hann vildi lurta.
Meðan ákærdi sat í varðhaldi í Danmark, hevði onkur sagt honum, at hann kundi verið farin til Løgtingsins Umboðsmann. Hevði varafútin bara havt sagt tað, hevði ikki verið neyðugt at farið eftir varafútanum, segði hann. Hann hevði einki persónliga móti manninum.
- Eg noyddist at gera tað, tí eg var bangin fyri, at tað fór at sláa klikk hjá mær, segði tann ákærdi í rættinum.

Noyddist
Hann angraði ikki gerðina, men var harmur um, at tað skuldi gerast neyðugt. Sjálvur kendi hann tað, sum eitt ok var farið av herðunum, tá ið hann hevði stungið.
Samsvar ikki ikki ímillum, hvat ákærdi segði, hvat varafútin segði, og hvat eitt itni segði um, hvar var hent við knívinum. Ákærdi segði, at knívurin sprakk út, og hini søgdu, at tann ákærdi hevði lagt knívin frá sær.
Finn Ougaard, varafúti greiddi í rættinum frá, at hann kendi væl tann ákærda. Hann hevði møtt honum ofta ígjøgnum sítt arbeiði, og hann hevði ongantíð verið bangin fyri honum.
Eitt kvøld var tann ákærdi komin heim til varafútan, júst tá hesin var á veg út av húsinum til eitt tiltak í Norðurlandahúsinum. Varafútan dámdi einki, at tann ákærdi kom heim til sín og boðaði tí politinum frá.

Bankaði á dyrnar
Varafútin hevði ikki sær, at hin hevði verið við Norðurlandahúsið tað kvøldið.
Tá ið varafútin og konan vóru komin heim, bankaði á ein rút við úthurðina. Har stóð maðurin, sum beyð sær til at gera okkurt arbeiði fyri varafútan. Hann segði nei takk.
Seinni um kvøldið sótu tey hann framvegis sita á trappuni og boðaðu politinum frá.
- Eg hevði onga hóming av, hvat hann vildi mær, segði varafútin.
Hann segði, at hann ikki beinanvegin varnaðist, hvar var hent, tá ið hann varð stungin. Alt gekk so skjótt fyri seg. Ikki fyrr enn hann sá tann blóðuga knívin, gekk upp fyri honum, at blóð rann niður eftir beininum.
Hann tók knívin upp, fór inn í Dómhúsið við honum. Har varð hann lagdur niður, tey bundið um lærið fyri at avmarka bløðingina, og buksurnar vórðu kliptar av, meðan tey bíðaðu eftir sjúkrabilinum.

Varin
Varafútin hevur ikki fingið likamligt varandi mein av tilburðinum, og hann segði seg eisini vera væl fyri sálarliga.
Men tað er hent tað, at hann ikki hevur sama álit á øllum menniskjum longur. Hann ansar betur eftir at steingja dyrnar heima, og hugsar seg um, hvar hann fer.
- Tað var alt sum ein filmur, óveruligt. Eg gjørdi bara mítt arbeiði og upplivdi tað sum særandi móti mínum persóni, og so hendi tað beint við mítt arbeiði, segði varafútin.
Vitnini søgdu , at einki óvanligt sást á andlitinum á manninum, tá ið hann hevði stungið. Onkur segði, at hann hevði smáflenti.