So hvørt, sum tú eldist, gerst likamið so líðandi veikari, ár fyri ár. Hetta liggur líka sum í lógarinnar náttúru. Syrgja vit ikki fyri at halda okkum likamliga í sving, viknar likamið skjótari. Men, vísundin hevur víst á, at tað við venjing ber til at varðveita ein sterkan kropp langt upp í árini.
Við fysiskum aktiviteti kann vøddastyrkin, konditiónin, javnvágin og funktiónsevnini betrast - eisini hjá fólki, sum eru komin langt upp í árini. Tvey týdningarmikil fakta um kroppin eru vøddastyrki og konditión. Vøddastyrkin sigur, hvussu sterkur tú ert, eitt nú í tínum lærvøddum. Venur tú ikki vøddarnar, gerst tú við tíðini veikur og fær trupulleikar við at íðka ítrótt, ganga í fjøllum - og kanska bara við at bera innkeypsposan heim úr handlinum.
Styrkin í vøddunum er eitt nú treytað av, hvussu nógvar - og stórar - vøddatægrirnar eru. Frá tí, at tú ert fimmti ár, er væntandi, at tú missir umleið eitt prosent av vøddamongdini um árið. Hetta ljóðar kanska ikki so nógv, men verður tú t.d. 80 ára gamal, hevur tú í slíkum aldri mist 30 prosent av vøddamongdini.
Og ert tú serliga latur av lyndi, missir tú kanska heili 50 prosent!
Samstundis, sum tín vøddamongd so líðandi minkar, missir tú samstundis burtur av tínari styrki - ja, tú missir umleið hálvt annað prosent um árið frá tí, at tú ert 65 ára gamal. Tað merkir, at tú hevur mist meira enn 20 prosent av tínari styrki, tá tú fyllir 80 ár.
Konditiónin lýsir evnini hjá kroppinum at taka upp ilt um lunguni og lýsir evnini hjá likaminum at brúka iltina í ymisku likamslutunum. Samstundis, sum tú verður eldri, verður konditiónin verri. Orsøkin er eitt nú, at pumpuvirksemið í hjartanum minkar, æðrar gerast forkálkaðar, og vøddamongdin minkar. Aðrar orsøkir kunnu eisini gera seg galdandi.
Mett verður, at konditiónin minkar við umleið einari helvt frá tí, at tú ert 20 ára gamal, til tú ert 80-90 ára gamal. Úrslitið er, at tær kemur at vanta orku til tey vanligu gerandistingini sum eitt nú at ganga, ganga upp trappur, súkkla og í heila tikið at halda teg aktivan við tí, tú heldur gevur meining í lívinum.
Um tú venur, kanst tú minka munandi um tær avmarkingar, ið standast av, at tú eldist - og loysnin er regluliga at íðka motión. Ert tú fysiskt aktivur í einar 30 minuttir um dagin, minkar tú eisini um vandan fyri hjartasjúkum og øðrum deyðsorsøkum við eini 30 prosentum. Venur tú enn meira, verður effektin av venjingini enn størri.
Fólk, sum eru kropsliga aktiv, hava eina størri vøddamongd, sterkari beinagrind, betri javnvág og eru í minni vanda fyri brotum á beinagrind. Við at styrkivenja tínar vøddar, kanst tú byggja upp ein ”reserva” og soleiðis byrgja uppfyri, at vøddarnir minka.
Fólk, sum eru 60 ár ella eldri, kunnu økja vøddamongdina við eini 45 prosentum, eins og tey kunnu økja vøddastyrkina og menna úthaldni við millum 25 og 100 prosentum eftir venjing bert í einar 8-12 vikur. Við venjing fært tú meira orku til gerandisdagin, eins og tú fært avlopsorku til nógvar hugsandi aktivitetir - ja, sjálvt um tú ert 80 ára gamal, kanst tú kortini betra um tína konditión við heili 30 prosentum.
www.helse.dk