Tað loysir seg hjá summum – men og ikki hjá øðrum

Eitt stórt flutningsfelag brúkar Eysturoyarttunnilin, men eitt annað stórt felag vil ikki brúka hann

 

Tvey av teimum stóru flutningsfeløgunum í landinum eru ikki á einum máli um, hvussu væl tað loysir seg hjá teimum at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Fróði Løkságarð, sum stendur fyri koyringini hjá Faroe Ship, sigur, at tey brúka Eysturoyartunnilin – men ikki altíð. Vit koyra ígjøgnum tunnilin tá ið tað loysir seg, men vit koyra eftir fjøllunum, tá ið tað loysir seg. Tað veldst alt um, hvagar vit skulu, sigur hann.

Men hjá einum øðrum, stórum flutningsfelagið, OCD, hjá Smyril Line, er støðan øðrvísi. Har sigur Símun Danielsen við FM1, at tað er alt ov dýrt at koyra ígjøgnum tunnilin, so teir koyra framvegis eftir fjøllunum. Hann sigur, at prísurin skal meiri enn niður um eina helvt, áðrenn teir fara at umhugsa at brúka Eysturoyrtunnilin.

Hinvegin sigur Tórhallur Thomsen, sum hevur nógvar lastbilar, at teir brúka tunnilin.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Fróða Løkságarð greiða frá, hvussu teir síggja upp á Eysturoyartunnilin.