Ein beiggi, sum bara er 12 dagar gamal, hevur framvegis ongan pápa skrásettan á pappírinum. Tað merkir, at hóast pápi er til staðar, er hann ikki juridiskt pápi enn.
Hetta er veruleikin hjá fleiri familjum í Føroyum. Tá foreldrini ikki eru gift og ikki búgva saman, verður pápin ikki sjálvvirkandi skrásettur. Í staðin skal faðirskapurin góðkennast – annaðhvørt av mammuni ella við at pápi sjálvur ger krav upp á tað.
Sum politikari haldi eg, at hetta eigur at fáa okkum at steðga á og spyrja: Er hetta veruliga ein rímilig skipan í 2026?
Eingin ivi er um, at eitt barn eigur rætt til bæði síni foreldur. Og eingin ivi er heldur um, at pápar, sum vilja taka ábyrgd, eiga at hava somu møguleikar at vera ein partur av lívinum hjá barninum frá fyrsta degi.
Frá 2018 til 2023 arbeiddi eg hart fyri at styrkja rættindini hjá pápum, og í juni 2023 eydnaðist tað at fáa felags foreldramyndugleika í gjøgnum. Tað var eitt stórt og týdningarmikið stig fram á leið.
Men arbeiðið er ikki liðugt.
Tí nú styttist til valið, og eg sakni eina breiðari politiska kjak um javnvágina millum foreldur og rættindini hjá pápum. Lóggávan eigur at fylgja samfelagsmenningini, har nógv børn vaksa upp við tveimum virknum foreldrum – eisini tá foreldrini ikki liva saman.
Hetta snýr seg ikki um mammur móti pápum. Tað snýr seg um barnið – og rættin hjá barninum til bæði síni foreldur.
Hetta er nakað, sum eg framvegis vil arbeiða fyri.
X við Sambandi
X við Martin Drangberg












