Tað regnar við heiðri yvir føroysku stjørnurnar

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð kosin týdningarmiklasti spælarin í European Open, og tveir føroyingar vórðu valdir á stjørnuliðið

Teir hava handað gull og skreyt í Skandinavium í Gøteborg, har Føroyar í kvøld hava vunnið gull í European Open fyri U-17 landslið í hondbólti.

Og gullið regnar yvir føroyska liðið, sum vann finaluna ímóti vertunum úr Svøríki við 36 – 29.

Elias Ellefsen á Skipagøtu varð kosin týdningarmiklasti spælarin í kappingini, og hann var eisini toppskjútti.

Tveir føroyskir spælarar vórðu kosnir at eiga pláss á stjørnuliðnum, sum varð sett, tá ið finalan var av.

Pauli Jacobsen var kosin besti málverji, og Hákun Vest av Teigum var eisini valdur at vera millum teir sjey bestu.

-Eg hevði einki megnað uttan fantastisku liðfelagarnar, sum eg hesa vikuna havi spælt saman við, sigur føroyski toppskjúttin og týdningarmiklasti spælarin í kappingini, Elias Ellefsen á Skipagøtu.

24 lið hava verið savnað í Gøteborg í eina viku. Millum tey eru nógvar av størstu hondbóltstjóðunum í Europa, og Føroyar hava hesa vikuna vunnið ímóti Noregi, Ungarn, Spania og í kvøld í finaluni ímóti Svøríki.