Vit skulu hava greiða kós og skapa álit í føroyskum politikki.
Tann smáligi valdsbardagin og royndirnar at keypa sær atkvøður her og har, fyri síðani at renna undan ábyrgd, tá veruligar avgerðir skulu takast, skapar misálit og vantandi áhuga millum fólk fyri politikki.
Øll kunnu vit helst semjast um, at:
Okkara viðurskifti við Danmark skulu greiðast. Vit kunnu ikki vera hvørki, og tað ræður um, at politisku flokkarnir ikki liggja og berjast handan stongdar dyr um okkara framtíðarstøðu, men at fólk mugu sleppa at taka støðu á eini fólkaatkvøðu
Okkara atgongd út í heim til altjóða samstarv skal greiðast. Vit kunnu ikki vera hvørki ella Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne.
Almanna- og heilsumálini skulu hugsast heilt av nýggjum við vitan og hagtølum, loysnir eftir tørvi hjá veikastu bólkunum og gjøgnum altjóða samstarv millum fakbólkarnar í heilsuverkinum.
Útlendingamálini mugu loysast undir egnari ábyrgd
Rættartrygdin og rættindini og skyldurnar hjá okkum øllum mugu ásetast í føroyskari grundlóg og í eini almennari skipan, har skeivar avgerðir og mismunur fáa avleiðingar.
Vinnulívspolitikkurin og umsitingin av okkara felags tilfeingi skal greiðast.
Umhvørvispolitikkurin og okkara altjóða ábyrgd skal gerast annað enn uttanumtos.
Útbúgving og gransking skal setast ovast í okkara raðfestingunum
Okkara samleiki skal styrkjast við miðvísum mentanarpolitikki.
Tey, sum í dag sita við leiðsluni hava ikki boðini ella nakra kós til at fremja hesi mál.
Fimm greið hjartamál
Tjóðveldi hevur sett okkara greiðu kós og okkara politisku mál fram í 5 hjartamál. Vit kenna tað soleiðis, at føroyska samfelagið hevur allar møguleikar at standa á egnum beinum og at ganga fram - og at viljin til ábyrgd og frælsi er ovurstórur: Í vinnulívinum, millum fakfeløg, millum starvsfólk allastaðni, á bygd og í bý – ja, millum fólk sum heild.
Forðingin liggur í eini politiskari skipan, ið ikki vil skapa álit – men heldur vil skriva álit og síðani sleppa undan at taka støðu.
Vit skulu hava virðing og álit á okkum sjálvum. Og vit skulu støðugt halda fast um eitt veruligt fólkaræði – har vit hava ábyrgd av øllum viðurskiftum.
Tjóðveldi virkar fyri hesum málum í Føroyum, á Fólkatingi og í altjóða samstarvi.
Fólkatingsvalið er eisini møguleikin hjá øllum føroyingum at seta kós og at skapa álit.