Amerikanska forsetavalið
Rúnar Reistrup
Í gjár, dagin undan degnum tá amerikanarar fara til valstøðini at atkvøða um hvør skal vera heimsins valdríkasti politikari komandi fýra árini, lá republikanarin George W. Bush framvegis á odda í meiningakanningunum, eins og hann hevur gjørt allan hendan farna mánaðin.
Tí bendir nógv á, at tað verður Bush, sum fær flestu atkvøðurnar í dag, meðan varaforsetin Al Gore má viðurkenna, at hann hevur mist tað, sum fyrr í ár líktist einum løttum sigri, á gólvið í sjálvum valstríðnum.
Eydnan hjá Gore vendi rættiliga í teimum trimum sjónvarpshólmgongunum, sum Bush og Gore høvdu í oktober mánaði. Eftir ta fyrstu av teimum trimum hólmgongunum vendist fólkaviljin, og Bush sá fyri fyrstu ferð út til at fara at fáa flestu atkvøðurnar. Og eftir báðar tær seinnu hólmgongurnar vaks undirtøkan fyri Bush enn meira.
Síðan síðstu sjónvarpshólmgonguna hevur republikanska forsetavalevnið havt eina leiðslu á millum trý og seks prosent í øllum meiningakanngunum, og tí er tað sannlíkt at hann vinnur sigur á valinum í dag.
Triðja forsetavalevnið
Men eitt eru meiningakanningar og eitt annað er hvat fólk veruliga velja, tá tey fara til valstøðini. Og her er tað serliga Al Gore, sum vónar at ein partur av veljarunum broytir hugsan í síðstu løtu.
Teir veljararnir, ið Gore enn hevur ein møguleika at fáa hendur á, skulu finnast millum tey 5 prosentini av veljarunum, ið siga seg ætla at atkvøða fyri forsetavalevninum hjá teimum Grønu, Ralph Nader.
Nader verður roknaður sum jokarin í valinum. Hann er tann størsti trupulleikin hjá demokratiska valevninum, tí so at siga allar tær atkvøður, sum hann stendur til at fáa á valinum koma frá veljarum, ið eru farnir frá demokratunum yvir til teir Grønu.
Tað fjórða valevnið, sum stillar upp til forsetavalið, Pat Buchanan, tekur atkvøður frá republikanarunum. Men Nader er væl betur umtóktur enn Buchanan og dregur nógv fleiri atkvøður til sín.
Ralph Nader hevur verið forsetavalevni hjá teimum grønu fleiri ferðir fyrr, men ongantíð hevur hann fingið so stóra undirtøku sum nú. Hetta hevur sett Al Gore í vanda fyri at tapa til republikanska valevnið, Bush, í teimum statum, sum søguliga hava tað við at fella til fyrimuns há demokratunum.
Seinastu dagarnar í valstríðnum hevur Gore heitt á stuðlarnar hjá teimum Grønu um at hava í huga, at ein atkvøða fyri Nader í veruleikanum telur sum ein atkvøða fyri Bush. Og tað verður mett at ein partur av teimum, ið siga seg fara atkvøða fyri Nader, fara at hava hetta í huga tá krossurin skal setast.
Lyklastatir eru upp á spæl
At landsumfatandi meiningakanningarnar geva Bush størstu undirtøkuna undan valinum gevur tó ikki nakra heilt greiða mynd av, hvussu sjálvt úrslitið verður eftir valið í dag.
Tað er nevniliga ikki landsumfatandi atkvøðutalið sum avger hvør er sigursharri, men hinvegin úrslitini í hvørjum av teimum 50 statunum. (Les meira um valskipanina í greinini »Stríðið um statirnar«)
Og ein dag undan valinum var millum annað ómøguligt at siga, hvør fór at vinna í teimum báðum fólkaríku og harvið eisini umráðandi statunum Pennsylvania og Michigan.
Tí er einki avgjørt undan valinum, hóast tað ikki ber til at síggja burtur frá, at George W. Bush leingi hevur havt leiðsluna í meiningakanningunum og tískil eisini má metast sum favorittur til valsigurin.
Bumban, sum fall í valstríðnum fríggjanáttina, tá ein lítil sjónvarpsstøð í Portland í statinum Maine avdúkaði, at republikanska valevnið fyri 24 árum síðan varð tikin fyri at koyra við kenning, sær ikki út til at hava ávirkað undirtøkuna fyri Bush stórliga.
Tað var annars væntandi at veljararnir fóru at ávirkast nógv av, at hendan leivdin frá heldur villu fortíðini hjá Bush kom fram í ljósið. Bush hevur nevniliga gjørt tað til eitt av sínum veljaralyftum at »rudda upp« í tí moralska forfallinum í Hvítu Húsunum, sum hann leggur Clinton undir at hava staðið fyri.
Eftir øllum at døma er tað illgrunin um at demokratarnir standa aftan fyri avdúkingina av promillukoyringini og hava brúkt tíðindini sum eitt skitið amboð í seinastu døgunum undan valinum, ið hevur fingið Bush heilskapaðan burturúr hendingini.