- Alt, sum vit hava gjørt á havnarlagnum fyri at fyrireika tað til nýggju Norrønu er gjørt í góðum neyvum samstarvi við Smyril Line. Tí er tað eitt sindur hugstoyttt nú at hoyra skiparan á Norrønu kalla tað eina skomm at bjóða Norrønu slíkar umstøður, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Jan Christiansen.
Í Sosialinum mikudagin kallaði skiparin á Norrønu, Ólavur Hovgarð, umstøðurnar at leggja Norrønu at í Havn út av lagi vánaligar. Skiparin segði, at havnalagið í Havn er rætt og slætt ov lítið, so umstøðurnar fóru aldrin at verða góðar, uttan mun til hvat verður gjørt.
Í tráð við ynski hjá Smyril Line
- Um tað eru so álvarsligir trupulleikar at leggja Norrønu at í Havn, so er tað stórt spell, tí nú hava vit akkurát brúkt einar 60 milliónir uppá rampu, trapputorn og annað í sambandi við nýggju Norrønu, sigur Jan Christiansen.
Sambært borgarstjóranum í Havn hevur Smyril Line, ið eigur Norrønu, ongantíð ynskt annað enn at skipið skal leggja at í Havn.
- Smyril Line hevur allatíðina sagt, at tað ikki fór at verða nakar trupulleiki at fáa nýggja skipið at bryggju í Havn. Og eg gangi bara útfrá at teir hava tikið skiparan upp á ráð í hesum, sigur borgarstjórin.
Stjórin á Smyril Line, Óli Hammer, vil hvørki gera nakrar viðmerkingar til tað, sum skiparin á Norrønu hevur sagt, ella til nakað annað í sambandi við atløguviðurskiftini í Havn.
Krevur venjing
Jan Christiansen sigur seg tó væl skilja, at skiparin á Norrønu kanska er eitt sindur ørkymlaður av at leggja Norrønu at í Havn.
- Skipið er stórt og fyllir nógv í havnalagnum. So tað kann ikki vera lætt at fáa skipið at kei. Tað tekur tíð, og har er ivaleyst stórt trýst á skiparanum. Tað ber tó væl til, eftir hvat eg havi skilt, men tað er sum við øllum øðrum, at tað krevur venjing. Tá gamla Norrøna kom, tók tað langa tíð at fáa hana inn at fyrstu tíðina. Tað sama var við Smyrli, tá hann kom, men nú verður hann lagdur at í eini handavending. Eg vænti, at sum frá líður fer at ganga betur og betur at leggja Norrønu at kei, og eg eri vísur í, at til tá hava øll forstáilsi fyri, at tað tekur upp í ein tíma at leggja at kei, sigur Jan Christiansen, sum sjálvur kom á Havnina við Norrønu mánamorgunin.