Tað verður ringt at fáa politiska undirtøku fyri at Strandferðslan aftur skal fara at sigla til Skotlands.
Tað heldur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Á hundrað ára hátíðarhaldinum hjá Strandferðsluni herfyri, helt Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi politikari, at nú var stundin komin at bróta upp úr nýggjum, og at hugsa stórt. Og hann helt, at Strandferðslan skuldi útvega sær eina hóskandi ferju, og farið aftur undir uttanlandssigling til Skotlands og Noregs.
Les eisini: Tað hevði havt øgiliga nógvar fyrimunir
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at hetta er fyrst og fremst ein politiskur spurningur, men skuldi tað verðið sett í verk, hevði tað loyst ein ómetaliga stóran trupulleika hjá Strandferðsluni, og tað er at fáa avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann fer í dokk, ella skuldi tað brádliga verðið neyðugt at tikið hann úr sigling av einum breki, ella einum óhappi
Strandferðslan sigldi til Skotlands fyri einum mansaldri síðani, men Henrik Old heldur, at tíðirnar eru broyttar nú.
Ein stór broyting er, at nú er tað ikki óvanligt, at fólk flúgva uttanlands og so leiga sær bil ímeðan tey eru uttanlands.
Hann vísir eisini á, at Smyril Line gavst við hesi siglingini, tí hon kastaði ikki so nógv av sær. Ein onnur ruta var eisini, men hon steðgaði somuleiðis.
Og landsstýrismaðurin heldur, at tað verður ringt at fáa politiska undirtøku fyri at Strandferðslan fer undir uttanlandssigling, tí so skal tað samtykkjast í Løgtinginum og tað væntar hann, verður ógvuliga torført. Tískil væntar Henrik Old heldur ikki, at landið verður við í eini slíkari ætlan.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað er stórt spell, at onki sjóvegis samband er ímillum Føroyar og Skotlands, ikki minst kundi tað verið eitt høvið hjá føroyingum at flutt vørur til Føroyar munandi bíligari enn annars.
Kortini ásannar Henrik Old, at hevði tað almenna havt eitt skip, sum kundu siglt skotlands, hevði tað loyst allar trupulleikar við at finna avloysaraskip til Smyril, tí tað verður verri og verri fyri hvørt ár.