»Tað er eins og tú býrt í einum kufferti«

Hetta siga tær fimm genturnar, ið manna bólkin Spice Power, ið hevur verið í Føroyum í vikuskiftinum

Tað er bítandi kalt, og nógvur vindur er á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Ikki so, tað er ikki nakað óvanligt fýri ein leygardag í februar.

Men inni í fjálgu forhøllini á gistingarhúsinum sita nakrir heldur sjáldsamir gestir. Tað eru fimm ungar kvinnur úr Onglandi, ið nevna seg fýri Spice Power. Tær ferðast kring í Europa og hava framførslur, har tær »kopiera« heimskenda gentubólkin The Spice Girls.

Tær síggja eitt sindur troyttar út, men tær hava jú eisini havt tvær væleyndaðar framførslur á Tvøroyri kvøldið fýri og sostatt ikki fingið tann stóra svøvnin, tí at tær skuldu jú við Smyrli norður aftur um morgunin. Men so skjótt sum at vit hava sessast, eru tær beinan vegin fúsar at svara spurningum.

Hvar og hvussu byrjaði alt hetta við Power Girls?

Vit hava upptraðkað í 1 ár, men vit hava verið longri saman. Okkara fýrsta stóra uppgáva var ein sáttmáli á Mallorca, har vit vóru í heilar tríggjar mánaðar. Nakrar av okkum dansaðu saman, áðrenn vit byrjaðu upp á hetta, og táverandi dansilærarin hjá okkum er nú umboðsmaður okkara. Í fýrstani vóru tað bara vit báðar, Posh og Ginger, sum vóru saman, men so høvdu vit upptøkuroyndir, har vit so funnu restina,« sigur 21 ára gamla Danielle Heath, ið ber heitið Ginger.

»Eftir at vit høvdu upptraðkað á Mallorca, fingu vit bíleggingar úr ymsum partum av Europa. Vit hava verið bæði í Tysklandi, Italia, Danmark, Eysturríki og nógvum øðrum londum í Europa.« Nú er tað tann bert 18 ára gamla Kate Barret ella Baby, ið førir orðið. »Millum annað vóru vit í jólasendingini hjá Bubber, ið varð send í danska sjónvarpinum sjálvan jóladag.«

Hvat siga fólk til, at tit »kopiera« Spice Girls?

»Sum heild eru fólk sera positiv. Tað er eftir okkara tykki rættiliga løgið, at Spice Girls framhaldandi eru so væl umtóktar. Vanligt er tað so, at slíkir lættisoppa bólkar bara eru frammi í heilt stutta tíð við bert einum ella kanska tveimum »hittum«. Tað, at eftirspurningurin eftir teimum er so stórur, førir við sær, at eftirspurningurin eftir okkum eisini er stórur.«

21 ára gamla Emma Ratcliffe ella Posh leggur aftrat: »Tað eru í Bretlandi heilt nógvir gentubólkar, ið gera tað sama sum vit, men eg haldi, at vit eru tær bestu. Hetta ljóðar kanska eitt sindur reyput, men nógvir av hinum bólkunum hava tann trupuleikan, at tær bert eru góðar til antin at dansa ella at syngja. Vit eru góðar til bæði!«

Hava tit nakrantíð hitt Spice Girls?

»Nei, tað hava vit tíverri ikki,« sigur elsti limurin í bólkinum, 23 ára gamla Sarah Stafford ella Sporty. Hendan Sarah virkar sum tann stilla og álvarsama gentan - tá hon tosar, tiga hinar. »Tær verða við í sendingini hjá Bubber komandi leygardag, og tá eru vit enn í Danmark, og vóna vit at hitta tær tá. Men vit vita ikki, hvussu tær fara at taka ímóti okkum.«

Hvussu nógvar dagar árliga ferðast tit við Power Girls?

»Næstan allar! Vit eru sera sjáldan heima, men tá vit eru í Onglandi hava vit bara nakrar heilt fáar framførslur. Tað eru sum sagt so nógvir av hesum gentubókunum, men tað eru bert nakrar fáir, ið koma út um tað bretska markið. Men tað er øgiliga strævið at ferðast á henda hátt, tað er eins og tú byrt í einum kufferti.«

Danielle Strong ella Scary, ið er 18 ár, leggur aftrat: »Tá ið man ferðast saman so nógv, tá kemur man eisini til at kenna hinar øgiliga væl, men man kann eisini koma til at troyttast av hvørjum øðrum. Tá ið vit eru heima, vilja vit helst ikki síggja hinar í bólkinum.«

Hvussu leingi fara tit at fáast við hetta?

»So leingi sum eftirspurningurin er har. Fyribils hava vit fult av uppgávum heilt fram til oktober. Vit hava tað stuttligt, men so skjótt sum vit ikki hava tað stuttligt, fara vit helst at gevast. Hetta arbeiði hevur eins og øll onnur sínar góðu og ringu síðir. Tað góða er, at vit sleppa at dansa og syngja, sum vit allar elska. Tær ringu síðirnar er so, at man skal sita á ymsum flogvøllum og bíða, ella kanska koyra í einum bussi í fleiri tímar.«

Ginger, sum er sera prátingarsom, sigur eisini: »Vit kundu væl hugsað okkum at útgivið okkurt, tí at vit kenna allar hvørja aðra so væl, og vita hvat vit standa fýri.«

Lønar tað seg væl at ferðast runt á henda hátt?

»Ja, avgjørt. Tá ið tú ferðast soleiðis, hevur tú ikki stundir til at fara út um kvøldarnar ella um dagin at brúka pengar. Haraftrat fáa vit jú alt goldið frá teimum ymsu fýrireikarunum.«

Tá ið tit fingu bíleggingina úr Føroyum, høvdu tit tá nakrantíð hoyrt um Føroyar áður?

»Vit høvdu hoyrt navnið, men bert onkur av okkum visti, hvar ið tær lógu. Onkur helt, at Føroyar lógu í Egyptalandi! Hetta var helst tí , at orðini Faroes og Farao líkjast so mikið,« sigur Ginger við einum stórum smíli. Tá ið tær eru lidnar at flenna, sigur tann álvarsama Sporty, at »mær dámar so væl her, tí at fólk eru so rólig her, og samstundis kennist tað ikki, sum um fólk øvunda hvørjum øðrum.« Hinar nikka samtykkjandi, og Posh leggur aftrat: »Tá ið vit vóru lidnar við framførsluna á Tvøroyri í gjárkvøldið, vóru tað eins nógvar gentur sum dreingir, ið klappaðu. Tað eru vit als ikki vanar við, tí at konufólk mangan øvunda øðrum konufólki.«

At enda siga tær, at tær vóna at sleppa aftur til Føroya at upptraðka og at tær tá at hava betri tíð til at ferðast runt og síggja eitt sindur av landinum. Ein góður hálvur tími er farin við fúkandi ferð, men nú merkist tann bítandi kuldin á parkeringsøkinum ikki so væl, hetta kemst helst av, at man er vorðin heitur av at tosa við hesar fimm, ungu og eggjandi genturnar úr Onglandi, ið rópa seg Spice Power.

Myndir:

Álvur Haraldsen