Tað er í dag at tunlarnir Norður um Fjall lata upp

Landsverk sigur, at tá snórurin er kliptur umleið klokkan 14.10 í dag, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu

Tað er í dag, at báðir tunlarnir Norður um Fjall lata upp, og í hesum sambandi byrjar sjálvt hátíðarhaldið klokkan 13.30.

 

Hátíðarhaldið verður við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin - við Toftaá, tey rópa. 

 

Við haldið fer landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, at halda røðu, Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, fer at bera fram eina heilsu, og Jón Sigurdsson, stjóri í P/F Articon, fer eisini at siga nøkur orð.

 

Klaksvíkar hornorkestur fer at seta sín dám á løtuna.

 

Landsverk sigur, at tá snórurin er kliptur umleið klokkan 14.10, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu, og tá bjóðar Landsverk saman við Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu øllum til drekkamun í Skúlanum á Fossánesi.

 

Tað er Articon, sum hevur bygt tveir nýggjar tunlar Norð um Fjall - ein nýggjan Árnafjarðartunnil á 1965 metrar og ein nýggjan Hvannasundstunnil á 2246 metrar.

 

Nýggir vegir eru bygdir í Ánunum, Árnafirði og omanfyri Norðtoftir móti Norðdepli/Hvannasundi á tilsamans 1,8 kilometrar.

 

Fyri sjálvt hátíðarhaldið í dag verður í samstarvi við Treysti og súkklufelagið Norðstrok høvi at renna/ganga og súkkla ígjøgnum nýggju tunlarnar.

 

Renningin og súkklingin byrjar klokkan 12 við tunnilsmunnan í Ánunum, og upphiting er í tunnilsmunnanum 15 minuttir, áðrenn farið verður avstað, og her er ikki neyðugt við tilmelding.