Føroyar taptu í dag 39-24 í síðsta dystinum í Golden League. Hálvleiksstøðan var 22-13.
Tað var ímóti donsku heimsmeistarunum, sum eru við at rigga av í Tróndheimi eftir at hava vunnið ímóti Norra, Niðurlondum og í dag ímóti Føroyum.
Úrslitið sigur, at tað er stórur munur á donsku heimsstjørnunum og føryska liðnum, og føroyski venjarin Peder Bredstorff-Larsen er ikki í iva um, hvat hann var nøgdur við í dag, og hvat tað er, sum føroyska liðið serligt fer at hava fokus á fram ímóti EM endaspælinum, tá ið Føroyar í januar fara at spæla í Oslo:
-Fyrstu løtuna og so at siga allan fyrra hálvleik var talan um rættiligan hondbóltsdyst. Stóri munurin var, at vit fingu sjey útvísingar og teir onga. Eftir steðgin var munurin eyðsýndur. Yvirskipað eru vit fyri tað mesta nøgdir við álopspartin, hóast tað í dag ikki var á sama støði, sum tað hevur verið í hinum báðum dystunum. Tað komst fyrst og fremst av, at í danska málinum stóð Emil Nielsen, sum vísti, hví hann verður roknaður at vera heimsins besti málverji. Men vit vóru ikki nóg stinnir í at verja, og um vit í EM endaspælinum í januar skulu megna tað, sum vit vóna, so verður neyðugt at styrkja verjuspælið. So vit hava nógv at arbeiða við, sigur Peder Bredstorff-Larsen í samrøðu við danska TV2.
Danska álopsspælið við heimsins besta Mathias Gidsel og Simon Pytlick á odda var framúr. Tað bar við sær, at fyritreytirnar hjá Paula Jacobsen í málinum vóru vánaligar, og hann bjargaði fyrstu ferð, tá ið seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal.
Føroyar royndu seg nógv við 7 ímóti 6. Tað bar nógvar málmøguleikar við sær, men tað bar eisini við sær, at mótstøðuliðið eirindarleyst sektaði, at eingin var í føroyska málinum. Bæði tá ið heimsins besti málverji Emil Nielsen bjargaði og eisini, tá ið hann tók bóltin í málið og í handavend sendi bóltin á miðjuna, og so skoraðu teir. Eitt nú bjargaði Emil Nielsen brotskøstum frá Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Róa Berg Hansen.
Danir høvdu lisið væl uppá og fyrireikað seg til, hvussu føroyska álopsspælið er lagt til rættis. Óli Mittún og Elias Ellefsen á SKipagøtu fingu ongantíð stóra leiklutin, sum teir plaga at hava. Hákun West av Teigum á høgra veingi varð tøroyskur toppskjútti við sjey málum, og hann varð kosin at vera besti føroyski spælarin.
5 min. 4-4
10 min. 8-5
15 min. 12-8
20 min. 13-9
25 min. 18-11
30 min. 22-13
35 min. 26-15
40 min. 28-17
45 min. 33-21
50 min. 33-21
55 min. 35-23
60 min. 39-24
Danmark – Føroyar 39-24 (22-13)
Føroyar: Hákun West av Teigum 7, Ísak Vedelsbøl 3, Teis Horn Rasmussen 3, Allan Norðberg 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Óli Mittún 2, Leivur Mortensen 1, Rói Berg Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1, Helgi Hildarson Hoydal, Pætur Mikkjalsson, Kjartan Johansen, Pauli Mittún
Málverjar: Pauli Jacobsen 47 minuttir og 6 bjarginar og Aleksandar Sasha Lacok 13 minuttir
##med2##
Liðfelagin hjá Hákun West av Teigum í Berlin Mathias Gidsel var kosin at vera besti danski spælarin, og hann var toppskjútti við 11 málum












