Fólkaheilsuráðið er farin undir eitt átak, sum skal stimbra undir rørsluna hjá 6. floks næmingum í øllum landinum og í tí sambandi vitjar Fólkaheilsuráðið í 6. flokkunum kring landið.
Kanningar vísa, at umleið 55% av føroyskum ungdómi rørir seg ikki dagliga. Hendan trupulleikan kenna tey eisini til í Danmark, har tað er ein triðjingur av teimum millum 12 og 17 ár, sum ikki røra seg dagliga. Tí er rørsla vorðin ein stórur partur av nýggju donsku skúlaskipanini, har tað er krav, at næmingarnir røra seg minst 45 minuttir um dagin í miðal.
Fólkaheilsuráðið er nú eisini farið undir eitt átak, fyri at eggja teimum ungu í Føroyum at røra seg meiri. Kanningar vísa, at tey sum røra seg, hava lættari við at hugsavna seg og harvið læra, tí rørsla og innlæringsevnið er tætt knýtt saman.
Tí vil Fólkaheilsuráðið eggja teimum ungu til at røra seg. Nógv íðka ymsan ítrótt, men telda, teldlar og sjónvarpsskíggin eta nógv av tíðini hjá okkara ungdómi.
Fólkaheilsuráðið skipar nú fyri eini fetteljarakapping fyri allar 6. flokkar í Føroyum. Meiri enn 700 ung fara at kappast og telja fet í tríggjar vikur. Byrjað verður mánadagin 10. novembur og kappingin heldur á til og við 28. novembur.
Av Fólkaheilsuráðnum siga tey, at kappingin hevur fleiri endamál. Eitt er at vísa á týdningin av dagligari rørslu, serliga nú vit vita, at rørsla og innlæringsevnini hava tætt samband við hvørt annað. Eisini skal kappingin vísa á, hvussu skjótt tað er, at tú ikki rørir teg nóg mikið hvønn dag.
Ingrid Bjarnastein, átaksleiðari, sigur, at endamálið er at gera tey ungu meiri tilvitað um, hvussu nógv tey røra seg.
- Vit hava valt tey í 6. flokki, tí tey eru júst í byrjanini av tannárunum. Vit ynskja at tey skulu gerast meiri tilvitað um rørslu, hví tað er gott at røra seg og hvørjar ávirkan rørsla hevur á tey, eisini mentalt, sigur hon.
Á rørsluøkinum hevur Fólkaheilsuráðið í ár roynt at fáa fólk, ið ikki røra seg serliga nógv til at røra seg eitt sindur, ásannandi at nakað av rørslu er munandi betri enn als onki at gera.
Sjálv kappingin er skipað soleiðis, at hvør næmingur fær ein fetteljara frá Fólkaheilsuráðnum. Við teljaranum fylgir ein vegleiðing, og næmingurin skal (kanska saman við einum vaksnum) gera teljaran kláran.
Eitt skjal til skráseting av fetum fer runt í flokkinum, og floksfelagin, ið situr við síðuna, skrivar fetini hjá næminginum niður.
Teljaran skulu næmingarnir hava á sær alla tíðina, eisini tá teir íðka annan ítrótt. Øll fet telja, tí tá hesar tríggjar vikurnar eru farnar, vinnur tann flokkurin, ið fær flest fet í miðal.